Lana, sum er ættað av Sandi, byrjaði sína útbúgving sum læknaskrivari 1. september 2004.
Útbúgvingin sum læknaskrivari tekur tvey ár, treytað av at næmingarnir hava hægri handilsskúlaprógv. Handilsskúlaprógvið skulu næmingarnir hava, hóast teir hava students- ella HF-prógv.
Undirvísingin er skipað soleiðis, at næmingarnir fara til Danmarkar á skúla fimm ferðir. Seinastu ferðina skulu teir verja eina verkætlan saman við próvtøkuni.
Útbúgvingarleiðari er Sæunn Ólavsdóttir Hansen.