Óli Hans er 46 ára gamal, ættaður í Syðrugøtu. Hann er útbúgvin skipsførari, hevur siglt úti í fleiri ár og arbeitt í oljuvinnuni.
Hann arbeiddi í Mentamálaráðnum, áðrenn hann bleiv settur í starv sum stjóri á Skipaeftirlitinum 1. desember 2001.
Útbúgvingin sum Executive MBA hevur tikið honum 25 mánaðir. Handilsháskúlin í Keypmannahavn skipar fyri hesi útbúgving. Óli Hans hevur hesa tíðina ferðast í nógvum ymiskum norðurlendskum og evropeiskum býum til fyrilestrar. Útbúgvingin er bygd upp í ellivu modulum.
Projektið hjá honum var um "Altjóða skipaskráseting í Føroyum".
Óli Hans er giftur við Katrin, f. Nielsen, tey búgva í Streymnesi og eiga børnini: Elin Mariu og Andras










