Festival summarið
Asfalt kunngerð á heimasíðu síni í morgun, at kontribólkurin The Reverends verður millum nøvnini á tónleikatiltakinum.
The Reverends hevur tann karismatiska Mold oddamannin Niklas Thorsteinsson, sum sangara og ein flokk av garvaðum rokktónleikarum aftanfyri hann. Men her er ikki talan ein rokkbólk av tí harðara slagnum. The Reverends eru ein ordiligur kontribólkur av tí slagnum, sum spælir rátt og ópolera kontri við tekstum um sjálvmorð, morð, hjúnarskilna, svik og drukk, spældir við rætta kontri anda, og av monnum í kovboyhattum, kovboyslipsum og styvlum. Bólkurin spælir eitt bland av teirra egna kontri og løgum hjá øðrum, m.a snýkir ein tillagaður Mold klassikari seg inn í spæliskránna undir heitinum Back To Texas. Men eisini løg hjá t.d. Johnny Cash, Alan Jackson, Randy Travis, Garth Brooks og Frank Zappa, blandað við rættiliga fitt av Blue Grass.
The Reverends hevur seinastu árini spælt til dans í føroyska útisetaumhvørvinum í Danmark, umframt kontrikonsertir í donskum spælistøðum, m.a. annað í háttvirda blues spælistaðnum MOJO í miðbýnum í Keypmannahavn. Í fjør summar var bólkurin somuleiðis rundferð í Føroyum.
Í løtuni arbeiðir The Reverends við síni fyrstu fløgu útgávu.









