Sjúrður Højgaard hevur rættiliga gjørt vart við seg seinastu árini við at halda átrúnaðarliga tundurtalur. Men líkt er til, at hann eisini hevur aðrar eginleikar og førleikar – í øllum førum sambært Portalinum. Nú um dagarnar skrivaði Portalurin: “Her er avloysarin hjá Sir Alex”, og saman við greinini var mynd av ongum øðrum enn Sjúrði Højgaard.