Prædika til triðja sunnudag í føstu: »Sannleikin er illa lýddur«

Vit prenta í dag prædiku hjá Theodor E. D. Olsen, presti, til triðja sunnudag í føstu

15. mars 2020 

Sálmar: 169 – 134 – 234 / 576 – 19

--

Hetta heilaga evangeliið eftir seinnu tekstarøð til triðja sunnudag í føstu skrivar Jóhannes evangelistur í áttanda kapitli, ørindini 42 til 51:

--

“Sannleikin er illa lýddur” sigur orðatakið.

Vit kenna helst øll søguna ella ævintýrið hjá H.C. Andersen um tann fáfongda keisaran við teimum nýggju klæðunum.

Hann fekk tveir forherðingar at gera sær nýggj klæði, og teir arbeiddu í langa tíð. Men har var onki. Eingin tordi at siga nakað, og keisarin bleiv latin í hesi klæði, sum ikki vóru til, og eingin tordi at muta ímóti.

Men tá var skaðin longu hendur.

Tá keisarin kemur út á gøtuna at visa seg fram, spyr eitt barn, hví keisarin er nakin?

Tað er tí vit siga ”tann nakni sannleikin”, hóast hesin nakni keisarin var alt annað enn sannleikin.

Men er sannleikin ikki altíð nakin, kunnu vit spyrja? Hevur hann brúk fyri nøkrum at lata seg í?

Sannleikin er ikki sum lygnin, ið hevur brúk fyri at vera nakað annað, enn hon í roynd og veru er.

Sannleikin er tí altíð sannleikin, hvat vit so meina um hann ella ikki.

Menniskjan hevur altíð tráað eftir tí sannleikanum. Vit vita úr gamla Grikkalandi, at teir gomlu heimspekingarnir har tosaðu um at leita eftir “tí góða, tí vakra og tí sanna!”

Hetta var tað, ið menniskjan skuldi stremba eftir: Tí góða, tí vakra og tí sanna!

Tað er tó neyvan altíð so lætt. Í dagsins teksti er Jesus komin í orðadrátt við jødarnar, og vit ikki kunnu ikki siga annað enn, at Jesus ikki er blíður í orðum. M.a. sigur hann við jødarnar, at teir hava djevulin til faðir, sum hann kallar manndrápara.

##med2##

Nú skulu vit ansa eftir ikki at fata tað, vit lesa, til nakað alt ov konkret, tí dagsins tekstur hevur einki við viðurskifti við jødar ella aðrar fólkabólkar at gera sum heild, hóast dagsins tekstur oftani er misbrúktur ímóti serliga jødum.

Nei, tvørturímóti stingur teksturin djypri enn so, og viðger nakað heilt grundleggjandi í mannalívinum, nevniliga munin millum sannleikan og lygnina. Munin millum tað ónda og tað góða.

Í Bíbliuni vita vit eisini, tað ónda verður líkasum gjørt til ein persón við djevlinum, har hann longu í Edens urtagarði lokkar kvinnuna við eini lygn, og tað fyrsta misbrotið eftir syndafallið er eisini eitt manndráp, tá Káin drap beiggja sín Ábel. Tað er helst tí, Jesus kallar djevulin manndrápara.

Tað er eisini líka við, at Jesus sipar til  teir, hann tosar við, tí seinni í sama kapitli í Jóhannesarevangellinnum lesa vit, at teir gera seg til reiðar at steina Jesus, men at hann smeyg sær undan teimum.

Teir hava ikki lært av mistøkum, tí longur frammi í sama kapitli hava menninir tikið eina kvinnu, sum teir ákæra fyri at hava drivið hor. Hon skal steinast, men tá Jesus biður tann, ið sjálvur er uttan synd um at kasta tann fyrsta steinin, lata teir kvinnuna sleppa.

Men nú ætla teir at steina Jesus.

Fortreytin fyri myndugleika er trúvirði, og í tekstinum roynir Jesus at sannføra teir leiðandi jødarnar um, at hansara upphav er ein himmalskur faðir. Jødarnir siga, at teirra faðir er Ábraham – hetta halda teir, gevur teimum bæði myndugleika og trúvirði.

Paulus brúkar m.a. í 4. kapitli í Rómverjabrævinum Ábraham sum dømi um bæði myndugleika og trúvirði.

Og so er tað, at Jesus tekur dýran til, og sigur, at teir hava djevulin sum faðir – tí sum Jesus sjálvur sigur, at teir ikki hava Ábraham á síni síðu: “Men nú royna tit at fáa dripið meg, ein mann, sum til tykkara hevur talað sannleikan, sum eg hoyrdi frá Guði. Hetta gjørdi Ábraham ikki!”

Og teir svara aftur, og kalla Jesus ein sámariubúgva, sum illur andi býr í.

Jødarnir fara eftir manninum heldur enn eftir bóltinum!

Teir eru trongdir upp í ein krók og góðtaka snøgt sagt ikki, at hetta skal vera sannleikin – og tí velja teir lygnina – siga at illur andi er í Jesusi.

Tað er ikki av tilvild, at menniskja frá fyrstu tíðum hevur leitað eftir tí, hon kallar sannleikin. Tí ein munur millum sannleikan og lygnina er, at sannleikin er og verður altíð størri enn lygnin, av tí at sannleikin altíð er objektivur. Tvs. uttanfyri menniskjuna sjálva. Tað, at trúgva sannleika, er at trúgva nøkrum, sum er størri enn tú sjálv/ur og sum er uttan fyri teg sjálva/n. Og tað er tí vit plaga at savnast í kirkjum og samkomuhúsum og eisini plaga at doypa børn, har tey fáa ta stóru gávu, at vera limað inn í Guðs kirkjulið her á foldum og fáa hendan limaskap sum gávu. Tí inn í Guðs ríki koma vit bara sum lítil børn, har vit við at trúgva sannleikanum, taka ímóti tí, sum er størri enn vit sjálv.

Lygnin harafturímóti, hon verður subjektiv í tí, at lygnarin sjálvur hevur íspunnið tað, hann kemur við, eins og djevulin gjørdi, tá hann freistaði Evu í Edens Hava og tá hann freistaði Jesus, tá Jesus fastaði 40 dagar í oyðimørkini. Ein lygnari noyðist altíð at fyrihalda seg til lygnina og skal minnast væl til hana, tí lygnin hevur bara sítt upphav í sær sjálvum í mun til sannleikan, sum kemur uttanífrá.

Eg segði at menniskjan altíð hevur tráað eftir sannleikanum, og tað er kanska ikki so løgið, at fremmandaorið fyri átrúnað, nevniliga religion, upprunaliga merkir, at binda saman aftur, tvs. at vit við okkara trúgv stremba eftir at binda saman aftur við nakað, ið farið er.

Altso nakað ið er og hevur verið, og ikki nakað vit finna upp á. Tí tá tað kemur til trúgv og leitan eftir tí góða, og vakra og sanna, er ikki neyðugt at uppfinna tann djúpa tallerkin umaftur. Skuldu vit ivast í, hvussu vit byrjaði hesa leitan, eru vit tíbetur í tí hepnu støðu, at vit hava ta bønina, sum Jesus sjálvur lærdi okkum, ið eitur Faðir vár, har vit m.a. biðja, ”Veri vilji tín”.

Tí tað at vera menniskja kann innibera bæði viðgongd og mótgongd, og tá er gott at vita, at vit við at biðja Faðir vár geva okkum fult og heilt til, so vit kunnu leggja orðini hjá honum í dagsins teksti í geyma, har hann sigur: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og ævir allar ikki síggja deyðan!

Tað er fólk, sum siga, at sannleikan finna tey innan i sær sjálvum.

At eingin skal koma og siga teimum, hvat tey skulu trúgva, tí tey líkasum hava ein innara religiøsitet.

Hetta er eftir míni meining at halda í so nógv um seg sjálvan.

Tí kristindómurin er ein átrúnaður, ið serliga appellerar til oyrað. Um at hoyra – og um at lurta.

Tí sum so býr krsitindómurin ikki í okkum. Hann er ein gáva vit fáa. M.a. við dópinum , og síðani við dópsupplæringini, tað at vit hoyra orðið gjøgnum okkara lív. Kristindómurin er størri enn vit – og tað er tað orðið, vit skulu hoyra.

Tí í fyrstuni var Orðið, og Orðið var hjá Guði og Orðið var Guð, lesa vit í sama evangelliinum eftir Jóhannesi, tvs. at Orðið, sum er sannleikin, kemur altíð áðrenn lygnin, eins og tað góða altíð kemur tað ónda. 

Sannleikin er ofta ill lýddur sigur orðatakið, og onkur hevur sagt, at tað torføra við at hoyra Jesu orð, er ikki tað, vit ikki skilja, men tað vit skilja. Tí vit vita øll, at tað er torført at gera sum Jesus hevur boðið, at elska fíggindar, geva teimum tað dupulta, ið teir krevja, ella taka okkum av hansara minstu brøðrum og síggja teir sum Jesus sjálvan.

Men hóast hetta verður ynskt av okkum, so er gott at vita, ikki minst í hesi føstutíð, har vit minnast, at Jesus tók okkara skuld á seg, at tað er sum í gomlum sálmi eftir sálmaskaldið Grundtvík, har lívið verður samanborið við eina rættarmál, ”At okkara dómari hevur ført okkara sak”.

Tað er tað sanna orðið til okkum í dag, har lygnin og tað ónda mugu víkja, tí sannleikin, sum kemur utanífrá, og sum vit fáa gjøgnum Orðið og kirkjunnar tvinni sakramenti – dópin og altargangin – har vit veruliga møta tí, vit kunnu kalla tað góða, tað vakra og tað sanna.

AMEN

 ##med3##

--

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir.

Vit biðja teg, Guð og faðir okkara, ver tú hjá okkum øllum við náði og hjálp og signing tíni.

Ver hjá øllum teimum, sum hava tað ringt og eru stødd í neyð, gev tú teimum ein lætta frá tær og birt tú eitt ljós hjá teimum!

Troysta øll tey, sum eru sorgarbundin; sit hjá øllum, sum eru sjúk; ver hjá faðir- og móðurleysum; ver verji hjá einkjum og einkjumonnum; ver hjálpin hjá øllum teimum, sum ongan góðan hava.

Styðja øll tey gomlu teirra seinasta spor; ver við teimum, sum standa mitt í sínum lívsyrki, at tað má alt verða gjørt fyri tíni ásjón og tíni tænastu; ver við teimum ungu og varðveit tú tey.

Vælsigna og varðveit tú alt títt kirkjufólk víða um heimin.

Vælsigna og varðveit tíni heilagu sakramenti og lat títt orð hava frítt at fara okkara millum, lær okkum at goyma tað í reinum og takksomum hjørtum og lat okkum verða vegleidd, lýst og styrkt fram ígjøgnum lívið, og lat tú títt náðiljós lýsa fyri øllum teimum, sum skulu fara inn á deyðans myrku gøtur.

Halt tú tíni góðu, sterku hond yvir okkara landi og fólki! Vælsigna tú ein og hvønn í hansara ella hennara lógliga verki bæði á sjógvi á landi og loftvegis! Ver hjá okkum burturi og heima; lat títt eyga vaka yvir okkum bæði á nátt og ljósum degi! Ver við øllum okkara útisetum, sum eru burturi í fremmandum londum!

Ver við øllum teimum, sum eru á sjónum; ver innanborða hjá teimum, fylg í ferðini við teimum, hvar tey fara, og lat anda tín vera millum teirra, lat tey øll vera í tíni góðu og tryggu varðveitslu! Lat signing tína vera yvir øllum okkara heimum! Varða okkum frá øllum illum bæði til likams og sálar; styrk okkum øll í tí góða!

Vælsigna  og varðveit Drotning okkara og alt húski hennara eins og øll onnur húski. Ver við løgtingi, løgmanni og landsstýri og allari okkara yvirvøld!

Fylg okkum á øllum leiðum okkara, ver við okkum í øllum verkum okkara, so at alt hjá okkum verður halgað og signað av tær, og varðveit okkum øll alla tíð í lívsins samfelagi við teg, so at vit, annaðhvørt vit liva ella doyggja, mega hoyra tær til.

Hoyr okkum í Jesu navni.

 

AMEN

 

-- -- --

 

Lat okkum við ápostlinum ynskja hvør øðrum:

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum!

AMEN