Prædika

   

Sunnudagin 16da november sendi ÚF guðstænastu úr Oyndarfjarðar kirkju. Jógvan Fríðriksson, prestur, prædikaði. Teksturin henda sunnudag var um miskunn við støði í líknilsinum um hin skuldarbundna tænaran.
Onga løtu ivist eg í, at tey, ið lýddu á hesa prædiku, mundu kenna farran av órógv, ótta, angist og sælu ta løtuna, hon vardi. Ein sjáldsama væl skrivað og talað prædika, sum gevur øllum landsins borgarum nógv.
Mín áheitan er, at henda prædika verður at síggja á prenti í onkrum blaði innan alt ov langa tíð, um tað er gjørligt. Mong høvdu fegnast um tað. Tíverri noyðast vit at vera røddina hjá presti fyriuttan, men tað tolir henda prædikan.