Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin Colin Powell vil nú hava at vita, hví hvørki Pentagon ella CIA søgdu honum, at tíðindini um eiturevnavápnini hjá Saddam Hussein vóru ikki álítandi.
Í ST royndi Powell at sannføra altjóða samfelagið um øll hópoyðingarvápnini hjá irakska stýrinum, og tað gjørdi hann við tekningum og myndum, sum seinni vístu seg at vera uttan hald í veruleikanum.
Bretska blaðið The Guardian skrivaði herfyri, at tað var ein irakskur verkfrøðingur, sum hevði greitt amerikanarunum frá eiturevnavápnunum hjá Saddam Hussein, men at hann seinni hevur viðgingið, at hann segði ósatt. Tað fekk Colin Powell ikki at vita, og nú krevur hann, at Pentagon og CIA skulu siga sær, hví hann ikki bleiv kunnaður um, at tann irakska keldan var óálítandi.
Tað var tann 5. februar í 2003, at Colin Powell royndi at sannføra altjóða samfelagið um øll hópoyðingarvápnini hjá stýrinum í Bagdad. Ein mánað seinni gjørdi USA innrás í Irak.










