Powell styðjar Obama

Valstríðið upp undir amerikanska forsetavalið er upp á tað harðasta nú, og í dag kom enn ein tungvektari í amerikonskum politikki á pallin. Tað er Colin Powell, sum var uttanríkisráðharri hjá George W. Bush, og sum eisini arbeiddi hjá Ronald Reagan og George Bush eldra.

Heldur óvæntað hevur hann boðað frá, at hann styðjar demokratin Barack Obama. Í sjónvarpssendingini "CBS This Morning" í dag segði hann, at hann virðið Mitt Romney, men at hann er ov veikur á fleiri økjum.

Hinvegin rósti hann Obama fyri at hava fingið amerikanska herin úr Irak og fyri at hava lagt eina ætlan um afturtøkuna úr Afghanistan. Hann skoytti uppí, at Obama hevur heldur ikki leitt USA inn í onnur kríggj.

Colin Powell rósti eisini forsetanum fyri hansara búskaparligu avrik.

-Eg haldi, at vit eru við at koma upp úr aldudalinum, og at vit taka okkum støðugt longri upp, segði gamli generalurin og uttanríkisráðharrin og legði afturat, at hann er framvegis republikanari.