Powel endurtók heimsmet

Annar av heimsins skjótastu monnum, Asafa Powell, rann sunnudagin kapping á 100 metrum í Onglandi, og Powell var skjótur í vendingini hendan dag. Hann rann teinin í tíðini 9,77 sekund, og tað er sama tíð, sum heimsmetið er. Heimsmetið eigur Powell sjálvur, men hann má deila heitið sum heimsins skjótasti maður við Justin Gatlin úr USA, sum eisini hevur runnið 100 metrar í tíðini 9,77 sekund. Tann 28. juli eru Powell og Gatlin við í somu kapping í London.