Poulsen fingið influensa

Bert tveir dagar áðrenn týdningarmikla EM-undankappingardystin millum Danmark og Spania hevur miðvallarovastin hjá Danmark, Christian Poulsen, fingið influensa.

Poulsen luttók ikki í venjingini saman við hinum spælarunum hósdagin, men venjarin, Morten Olsen, er tó við gott mót. – Poulsen hevur fingið eitt slag av einum forkølilsi, men eg vænti heilt víst, at okkara dugnaligu læknar fáa hann kláran til dystin, staðfestir venjarin.