Tað kom ógvuliga óvart á stigtakararnar, at áhugin fyri sjalkappingini fór at verða so stórur. Tær høvdu frammanundan mett, at komu tað eini 15-20 uppskot inn, vóru tær vælnøgdar. Tað komu ikki færri enn 60 uppskot inn.
Eggja til nýskapan
Høvuðsendamálið við sjalkappingini varð at eggja til nýskapan við íblástri úr teimum gomlu føroysku sniðunum. Sambært stigtakarunum til kappingina hava luttakararnir eisini tikið hetta til eftirtektar, tí hugflogið hevur sveimað víða, og sera nógv spennandi og áhugaverd uppskot komu inn.
Tá ið ein av fyriskiparunum av Gluggaglæmu, Randi Vang, kunngjørdi vinnaran á handverksstevnuni sunnudagin, segði hon millum annað: allar hava vunnið, skilt á tann hátt, at handverkið, sum heild, er sera væl úr hondum greitt. Tað hevur tí verið ein torfør uppgáva at velja fyrsta, annað og triðja vinnarasjalið. Dømingin er tí vektað nógv av, hvussu hugflogið hevur fingið frítt at fara.
Ein dómsnevnd, mannað við Lis Helgadóttir, Katrin í Gongini og Hanne Lisu Falk, gjørdi av, hvør ið skuldi hava fyrstuvirðisløn áljóðandi 5.000 krónur. Nummar tvey fekk 2.500 krónur, og nummar trý fekk 1.000 krónur.
Vinnari av kappingini gjørdist Poulina av Steinum á Argjum, nummar tvey gjørdist Oddny í Lon í Havn, meðan Marita Guttesen í Hoyvík gjørdist nummar trý.










