Poul Michelsen, sum stovnaði fyritøkuna fyri nærum hálvari øld síðani – og dóttirin Poula Michelsen, sum nú tekur yvir ognarlutin hjá familjuni í stóru fyritøkuni, P/F Poul Michelsen Mynd: Álvur Haraldsen

Poula yvirtekur ognarlutin hjá familjuni

Tað verður dóttir Poul Michelsen, Poula Michelsen, sum yvirtekur ognarlutin hjá familjuni í P/F Poul Michelsen, nú Poul sjálvur fer burtur úr lívsverki sínum

 

Poul Michelsen, sum stovnaði fyritøkuna fyri nærum hálvari øld síðani – og dóttirin Poula Michelsen, sum nú tekur yvir ognarlutin hjá familjuni í stóru fyritøkuni, P/F Poul Michelsen Mynd: Álvur Haraldsen

Poula Michelsen verður tann í familjuni hjá Poul Michelsen, sum fer at koyra ognarpartin hjá familjuni víðari. Hon er nú høvuðspartaeigari í P/F Poul Michelsen saman við fólki, sum hava starvast leingi í fyritøkuni og einum íleggjara.

Higartil hevur felagið P/F PM Holding átt størsta partin í felagnum, og saman við ognarlutinum hjá Poul Michelsen átti familjan soleiðis 60 prosent av fyritøkuni. 

– Nú verður fyritøkan ikki »familjuogn« meira, sigur Poula Michelsen í samrøðu við Sosialin.

 

Har greiðir hon eisini frá, at systkin hennara eru ikki við sum eigarar, tey verða keypt burtur úr felagnum – ein avtala, sum er gjørd í sátt og semju í familjuni, siga tey bæði. 

PM Holding er framvegis eitt felag, sum familjan eigur – nú øll uttan Poula. Men tá ið nú Poula Michelsen tekur yvir, eigur PM Holding bara ein lítlan part, tvey prosent, eftir í felagnum P/F Poul Michelsen.

– Og so sleppi eg á aðalfund, sigur Poul Michelsen við einum smíli.

 

Lesið eisini: Poul Michelsen fer úr sínum egna lívsverki

 

##med2##

 

Støðan í felagnum broytist eisini soleiðis, at meirilutin í felagnum ikki longur er í familjuni, men tað broytir einki bygnaðin í felagnum, siga Poula og Poul Michelsen í samrøðuni í Sosialinum.

– Øll tey, sum vóru í fyritøkuni, eru her enn, eingin nýggjur partaeigari er komin inn, og tað er heldur eingin, sum nú eigur meirilutan, sigur hon.

 

##med3##

– Tað er meira tað, at PM Holding verður keypt burturúr, og at býtið verður øðrvísi, sigur hon.

– Eg eri tann í familjuni, sum haldi fram, sigur hon.

Drúgv samrøða við Poulu og Poul Michelsen er í Sosialinum á jólum. Blaðið kann keypast í leysasølu um alt landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo

 

##med4##

 

##med5##

 

Poul Michelsen, sum stovnaði fyritøkuna fyri nærum hálvari øld síðani – og dóttirin Poula Michelsen, sum nú tekur yvir ognarlutin hjá familjuni í stóru fyritøkuni, P/F Poul Michelsen Mynd: Álvur Haraldsen

Poul Michelsen hevur verið í nevndini í P/F Poul Michelsen í 11 ár. Seinastu seks árini hevur hon verið nevndarforkvinna Mynd: Álvur Haraldsen

Poul Michelsen og dóttirin Poula Michelsen uttan fyri goymslubygningin hjá P/F Poul Michelsen við Hoyvíksvegin í Havn