Poula setti nýtt met

Poula Øssursdóttir Mohr úr HS megnaði leygarkvøldið at seta nýtt føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing fyri kvinnur.

 

Tað gjørdi hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík. Hon svam teinin uppá 4:57.6. Metið hjá Elspu Mørkøre frá DHM í 2007 var 4:57.66. Elstað metið fyri einstaklingar á stuttgeil er harvið slettað, skrivar svimjing.com.

 

Úrslit frá stevnuni kunnu síggjast á á heimasíðuni hjá svimjing.com við at trýsta HER