Poula setti met í HM

Poula Ø. Mohr legði bragdliga fyri í Barcelona, har HM í svimjing byrjaði í dag

Heimsmeistarastevnan í svimjing byrjaði avbera gott fyri okkum føroyingar, tá ið Poula Øssursdóttir Mohr longu í fyrstu kapping setti stórt nýtt føroyskt met,  við at svimja 100 metra firvaldasvimjing upp á 1:04.58. Hon átti sjálv føroyska metið, sum hon setti, tá ið hon á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona í juni mánað svam teinin í tíðini 1:05.92. Áðrenn tað átti Birita Debes metið á 1:04.96, sum hon setti í Danish Open stevnuni í mars mánað, og áðrenn tað Shaila millum Garðarnar, tá ið hon á HM í Rom í 2009 svam teinin upp á 1:08.17.

 

Umboð fyri Svimjisamband Føroya eru samd um at hetta var best møguligi startur uppá luttøkuna hjá føroyingunum á heimsmeistarastevnuni í svimjing á langgeil, sum verður avgreidd í Palau Sant Jordi ítróttararenaini á Monjuïc í Barcelona í Spania. Kristian Martin Joensen sigur at hetta var tann sverara kappingin hjá Poulu, so nú burdi ligið væl fyri at roynt eftir føroyska metinum eisini í 50 firvald, næsta fríggjadag, sum er 28.94 hjá Astrið Foldarskarð frá Danish Open í mars mánaða.

Skráin fyri føroysku luttøkuna á HM í Barcelona 2013

Sunnudag 28. juli

Poula Ø. Mohr 100 firvald

Mánadag 29. juli

Birita Debes 100 rygg

Týsdag 30. juli

Pál Joensen 800 frí

Mikudag 31. juli

Birita Debes 50 rygg

Bartal Hestoy 200 blandað

Fríggjadag 2. august

Poula Ø. Mohr 50 firvald

Leygardag 3. august

Pál Joensen 1500 frí

Sunnudag 4. august

Bartal Hestoy 400 blandað

Um Pál klárar í finalu í sínum kappingum, so eru tær ávíkavist 800 metra frísvimjing finala mikukvøldið 31. juli og 1500 metra frísvimjing finala sunnukvøldið 4. august. Hópurin er sum heild væl fyri, so tað kundi so væl verið at okkurt gott úrslit kom afturat, hesa komandi vikuna.

 

Til ber at fylgja við HM í svimjing á Eurosport, umframt øðrum rásum sum t.d. svenska SVT2 og norska NRK2. Eisini hevur altjóða svimjisambandið FINA sína egnu sjónvarpsrás á netinum, sum vísir samandráttir frá kappingunum, umframt at tey hava eina ‘live bloggu’ við øllum møguligum áhugaverdum tilfari frá HM í Barcelona. Hartil er ‘live timing’ sum vant á www.omegatiming.com, umframt at føroyskt tilfar verður lagt á www.ssf.fo og www.svimjing.com