Poula Mohr 80 ár

15. juli 2006

Góða Poula !
 
Vit øll Vesturi í Bø 5 ynskja tær hjartaliga tillukku við 80 ára føðingardegnum, og vilja vit takka tær fyri alt tú ert og hevur verið fyri okkum. Fyrst takki eg tær fyri Hans, Harranum fyri okkara elskaðu børn og svigerson. Tú hevur verið ein góð vermóður at átt hesi 30 ár. Eg kann minnast frá barni av, hvussu tú vart um tíni, mann og synir og øll tey sum komu á gátt hjá tykkum.
 
Í heimi tykkara fór mangt fram, vóru gardinurnar fyri í stovuni var heimabiografur, sunnudagsskúlablaðið  Vitin, sum Hans og Jógvan á Lakjuni góvu út, bleiv prenta uppi á loftinum og sjónvarpsantennur blivu settar á takið. Kettur og fuglar høvdu tit eisini og ikki at forgloyma tíkina Heidi, sum tit vóru sera góð við. Alt hetta last tú um teg ganga. Ja, tað eru mong ung sum hava sitið væl inni hjá tykkum og nýtt tykkara gestablídni.
 
Jákup fór bara alt ov tíðliga frá okkum, vit hava eisini nógv at takka honum fyri. Hann gleddist so nógv um tykkara fyrstu ommu- og abbabørn Bjørg og Rógva, tað var einki óført, tá tað kom til tey, tey vóru 11 og 9 ár, tá hann bleiv tikin frá okkum, Jákup og Petur vóru tá bert 5 og 6 mánaðir gamlir. Tey eru nú átta í tali: Pauli, Helgi, Pól og Poula eru komin síðani. Bjørg tann elsta og Poula tann yngsta. Sum tú plagar at taka til, standa varðarnir eftir hann sum tann góði hondverkarin hann var. Hann náddi at byggja tykkara synum: Hans, Poul Jákup og Øssur hús, sum øll standa í Fuglafirði, so tú hevur øll rundan um teg. Tú hevur klára teg ótrúliga væl nú skjótt 18 ár eru liðin. Tú hevur lagt alt í Harrans hendur.
 
Barnaárini vóru eisini svár hjá tær, góða Poula, pápa tín misti tú bert 10 ára gomul, árið framman undan systir tína Judith, bert 3 ára gomul og Mariu sum 25 ára gomul. Tit vóru 11 syskin, og eftir eru 5, Jóhannes og  Judmund Øregaard, Rosa Eldevig og Robert á Lakjuni, sum býr í barnaheiminum niðri á Lakjuni.
 
Sjálvt um tú nú fyllir 80 ár, vilt tú klára teg sjálv, trúut hevur tú altíð verið. At  koma inn á gólvi hjá tær er altíð hugnaligt, tú ert altíð klár við einum kaffimunni og onkrum heimabakaðum afturvið. Altíð hevur tú gingið høgt uppí mat, vit gloyma ikki tær vælsmakkandi frikadellurnar og blóðpylsurnar og annan góðan føroyskan mat, tú sendi til okkara, tá vit búðu í Danmark. Allar hosurnar tú hevur bundi og bindur enn uppá tíni, tað fer ongin føðingardagur forbí uttan mannfólkini fáa eitt par av hosum í pakkanum við einari fittari heilsan við.
 
Hetta er bert ein partur av øllum. Tú ert ein gudsóttandi kvinna, trúføst komin í Siloa, so trúføst at um tú ikki ert á møti, so verður ringt og spurt Er nakað í vegin Poula ? Hetta biði eg eftir, at vit kunnu bera víðari. Tú kanst gleðast um tað, at øll tíni hoyra Harranum til.
 
Poula, eg  fari enn einaferð at ynskja tær hjartaliga tillukku, og mátti Harrin styrkt teg og givið tær ein góðan byrð framyvir.
 
Tær allar bestu heilsanir frá okkum øllum
Vesturi í Bø 5 og á Kirkjuvegi 8