Poul vil úr formanssessinum

- Eg havi sitið níggju ár sum formaður í grunninum. Nú haldi eg tað vera rættast, at onnur standa við stýrisvølin, sigur Poul Michelsen. Hann hevur sent býráðnum áheitan um at velja nýggjan formann fyri Tórsvøllargrunnin

Tórsvøllur

Persónurin Poul Michelsen er uttan iva eitt av fremstu samleikatekinunum hjá Tórsvølli. Síðani hugskotið varð sett í kortið fyri skjótt nógvum árum síðani, hevur fyrrverandi borgarstjórin verið ein av ídnastu ígongdsetarunum. Og tí var tað væl ikki annað enn náttúrligt, at Poul varð valdur formaður, tá grunnurin formliga varð stovnsettur í 1998.
Síðani hevur Poul eisini verið formaður í grunninum, men nú heldur hann, at tíðin er komin, har onnur skulu taka við leiðsluni.
- Eg havi sent Tórshavnar Kommunu bræv, har eg biðið um at verða loystur úr formanssessinum. Fyrst og fremst, so er hetta ein avleiðing av, at tíðin hjá mær ikki røkkur, tá eg samstundis havi egna fyritøku. Men hartil, so er tíðin nú kanska tann rætta, um formaðurin skal skiftast. Sponsorsáttmálarnir, sum vórðu gjørdir, ganga út í ár, og skal ein nýggj leiðsla sita komandi árini, er helst eisini best, um sama nýggja leiðsla er við til at fáa hesar sáttmálar, sigur Poul Michelsen.
Og hann leggur afturat, at hann á ongan hátt fer at klamsa við hurðini, nú hann ætlar úr formanssessinum.
- Eg ynski framhaldandi Tórsvølli alt tað besta. Og eg vil fegin hjálpa til, um ein nýggj leiðsla ynskir hetta. Men eftir níggju ár sum formaður haldi eg, at onnur eiga at sleppa framat.