Poul stuðlar samgonguni

- Samgonguni nýtist ikki at ræðast meg.

Tað sigur Poul Michelsen, sum í gjárkvøldið boðaði Kaj Leo Johannesen frá, at hann ikki ætlar at atkvøða fyri einum møguligum misáliti á løgmann.

Formaðurin í nýggja Framsókn ætlar ikki at gerast partur av nakrari samgongu, men hann vil fegin hjálpa henni at fáa avgreitt nøkur av stórmálunum, sum eru ávegis í løgtingið.

- Høvuðsendamálið er tryggja Løgtinginum arbeiðsfrið, so vit kunnu fáa avgreitt nøkur mál, sum annars hava verið blokkerað, sigur Poul Michelsen sum m.a. nevnir kommunureformin, Skálafjarðartunnilin, makrelmálið og tilfeingisgjaldið.

Men Poul Michelsen ætlar ikki at siga ja og amen til alt, sum kemur úr landsstýrinum av harraboðum.

Til dømis hevur hann ongar ætlanir um taka uppskotið um at bryggja sterkt rúsdrekka aftur.

- Eg parkeri ikki rúsdrekkamálið. Tað kemur ikki upp á tal, sigur Poul Michelsen.