Kommunustýrið í Skúvoy hevur nú skipað seg, og tað er greitt, at nýggjur kommunustýrisformaður er í kommununi.
Poul Ásmund Tórarenni er nýggjur kommunustýrisformaður, og hann tekur við á nýggjárinum eftir Harry Jensen, sum situr sum kommunustýrisformaður í løtuni.
Poul Ásmund Tórarenni fekk 14 atkvøður á kommunuvalinum, 3 fleiri enn Harry Jensen, ið fekk 11.
Næstimaður í kommunustýrinum verður Jákup Andrias Thomsen, ið fekk sjey atkvøður, og triðimaður verður Harry Jensen, sum á nýggjárinum fer frá sum kommunustýrisformaður.
Fimm fólk stillaðu upp til kommunustýrið í Skúvoy, og 34 fólk greiddu atkvøðu - eitt valluttøka á 89,5 prosent.










