Hann er framvegis virkin. Eftir at hann var givin som forsætisráðharri, var hann limur í Europa-Parlamentinum frá 1994-99, trý tey fyrstu árini var hann varaforseti.
Síðan januar 2003 hevur hann arbeitt við ymiskum uppgávum innan Nordisk Ministerråd.
Poul Schlüter var limur í danska fólkatinginum fyri Konservativt Folkeparti í 30 ár, frá 1964-94. Hann var formaður í flokkinum frá 1974-82 og danskur forsætisráðharri frá 1982-93.
Poul Schlüter er føddur í Tønder i Suðurjútlandi 3.april 1929. Hann bleiv studentur í Haslev í 1948 og útbúgvin sum sakførari í 1957. Hann arbeiddi sum sakførari við fundarrætti í hægstarætti.
Hann varð valdur sum "Årets politiker i Norden" í 1984, og skrivaði bókina "Sikken et liv" í 1999.