Poul rustar ikki

- Skalt tú reka matstovuvirksemi í Føroyum, mást tú hava bæði beinini á jørðini, og tú kanst ikki spæla stjóri. Tú noyðist at arbeiða hart hvønn einasta dag, og tú noyðist at seta alt til síðis, sum annars fellir saman við tínum arbeiði. Hevur tú uppgávur á matstovuni, sum tú noyðist at taka tær av, er eingin bøn, sigur Poul Rustin, sum hevur verið í matstovuvinnuni í ein mansaldur

FUGLAFJØRÐUR

Poul Rustin byrjaði sítt matstovuvirksemi í Ítróttarhøllini á Kambsdali tíðliga í áttatiárunum. Hann leigaði seg inn í kafeteria í høllini, og her hevði hann sítt virksemi í umleið hálvt triðja ár.
- Fyri jól í 1984 fór eg at hjálpa Peturi Mohr, sum hevði rikið Muntra í fleiri ár. Eg hjálpti honum til jólar hetta árið og yvirtók síðan virksemi hjá honum longu um ársskiftið 1984/1985.
Tað var Føroya Banki, sum í sínari tíð bygdi bygningin, og tað er framvegis Nordik Bank, sum eigur ognina, har Muntra hevur hildið til í øll hesi ár. Í sínari tíð vóru fleiri handlar í niðastu hæddini í bygninginum.
Poul Rustin sigur, at Muntra læt upp hin 5. mai í 1971, tá Petur Mohr, sum var útbúgvin hovmeistari, byrjaði sítt virksemi í bygninginum.
Øll hesi 40 árini síðan hevur Muntra verið ímyndin av matstovuvirksemi í Fuglafirði.

Skiftandi tíðir
Sjálvur hevur Poul ikki gjørt seg lidnan við nakra útbúgving, men hann hevur verið á fleiri altjóða skeiðum innan tað, sum hann dagliga hevur fingist við hesi ár.
- Mær dámar líka væl hetta virksemi enn, tó at árini nú tátta í 30, síðan eg byrjaði í Ítróttarhøllini á Kambsdali
Tá tú rekur slíkt virksemi í so langa tíð, hevur tú upplivað góðar tíðir, men tú hevur eisini upplivað minni góðar tíðir, og soleiðis hevur eisini verið hjá Poul Rustin.
- Eg hevði opið á Muntra øll kreppuárini fyrst í nítiárunum, tó at tað ikki altíð var so lætt. Tá kreppa er, og fólk hava minni pening um hendi, er tað fyrst hotel-og matstovuvirksemi eins og undirhaldsvirksemi, sum verður rakt. Sama sært tú í útlondum, nú kreppa aftur hevur rakt stóran part av heiminum. Vitjar tú í londum, har slíkt virksemi annars blómaði, sært tú í dag, at nógv hotellir og fleiri matstovur eru stongdar.
Hann vísir á, at marknaðurin í Føroyum er ógvuliga avmarkaður, og tí er neyðugt, at seglini vera sett eftir tí, sum virksemið kannn bera.
- Skalt tú reka slíkt virksemi í Føroyum, mást tú hava bæði beinini á jørðini, og tú kanst ikki spæla stjóri. Tú noyðist at arbeiða hart hvønn einasta dag, og tú noyðist at seta alt til síðis, sum annars fellir saman við tínum arbeiði. Tað kann vera, at føðingardagur er í familjuni, konfirmatión, brúdleyp – ella at gestir eru og vitja onkran í familjuni. Men hevur tú um somu tíð uppgávur á matstovuni, sum tú noyðist at taka tær av, er eingin bøn, tí tú kanst ikki bara blaka upgávurnar upp í hendurnar á øðrum.

Poul og Luna
Matstovueigarin vísir á, at í sínari tíð hevði hann fleiri fólk aftrat sær, og tá lá einki eftir. Í dag eru tað mest hann og konan, sum taka sær av matstovuni og tí, sum uppi í hesum virksemi hongur.
Poul var tað, sum vit vanliga rópa gamal drongur, tá hann gjørdist trúlovaður og giftist thailendskari kvinnu fyri umleið trimum árum síðan, og kærleikan fara vit at venda aftur til.
- Vit hava vanliga opið frá klokkan 12 til 22 á kvøldi, men sum eg plagi at taka til, at hetta valdast umstøður. Eg plagi onkuntíð at siga, at ”vi åbner, når vi kommer – og vi lukker, når vi går...”
Hann sigur, at um einki serligt er á skránni ein kaldan og illfýsnan vetrardag, plagar hann at lata aftur, tá seinnaparturin líður, og tá kunnu tey, um okkurt serligt skal gerast, longu verða aftur í køkinum á Muntra millum klokkan 04 og 05 morgunin eftir.
- Vit eru altíð til tænastu hjá viðskiftafólkum, og vit svara altíð telefonini, um onkur hevur brúk fyri okkum, leggur hann aftrat.

Nógvar uppgávur
Poul vísir á, at nú North Atlantic Fish Fair verður hildin í Klaksvík í vikuni, hava tey fingið ymiskar uppgávur at gera.
- Vit skulu gera smakkiroyndir til Norðborg og Havsbrún, sum verða á bási á fiskivinnustevnuni. Norðborg fer eitt nú at servera smakkiroyndir við sild og makreli, og hetta skal alt skerast og gerast klárt á Muntra. Fiskurin skal skerast beinfríur, og sumt skal marinerast, meðan annað skal gravast á sama hátt, sum gjørt verður við laks. Fyri Havsbrún skulu vit gera eina rúgvu av ymiskum úrdráttum úr laksi, sum tey eisini skulu hava á sínum bási í Klaksvík.
Umframt, at nógv ymisk tiltøk eru á Muntra millum ár og dag, ger matstovan eisini nógvan mat út av húsinum, og hetta kann vera alt frá smyrjibreyði, til ymiskar grýturættir og annað – ella alt, sum fólk, feløg ella stovnar nú einaferð kunnu ynskja sær.
- Vit eru soleiðis altíð tøk, tá hini hava frí, sigur Poul Rustin, sum gjøgnum øll hesi mongu ár hevur havt bæði høg og lág inni á gólvinum – úr Føroyum og kring úr heiminum. Her hava verið umboð fyri stórar og smáar fyritøkur. Her hava verið politisk umboð úr øðrum londum, og her hava eisini verið umboð fyri kongshúsið í Danmark.

Ovfarnir danir
Honum kemur til hugs, einaferð Muntra hevði vitjan av nøkrum donskum kvinnuligum politikarum, eitt nú Ritt Bjerregaard, Piu Kjærsgaard, Marienne Jelved og hvørjar nú hesar frellurnar vóru.
- Eg gjørdi teimum høvdasuppu, og tær dámdu suppuna so væl, at tær troppaðu upp inni í køkinum at spyrja um uppskrift og annað. Um somu tíð vóru nakrir danir inni á gólvinum, sum arbeiddu fyri okkurt virki í økinum. Teir øtaðust, tá hesir donsku topppolitikarar stóðu inni í køkinum og forvitnaðust – og onkur teirra spurdi: ”Hvad sker der her....”
Poul sigur, at hann gjøgnum árini hevur fingið nógvar heilsanir úr útlandinum frá gestum og avvarðandi at gestum, sum hava verið á Muntra og etið ein bita.
- Soleiðis havi eg eisini fingið afturljóð frá útlendskum reiðaríum, ið hava takkað okkum fyri ta tænastu, sum manningar teirra hava fingið á Muntra, sigur Poul Rustin.