Um Javnaðarflokkurin fær eitt líka gott valg, sum veljarakanningarnar leggja upp til, skal sjóneykan setast á munin millum rík og fátøk, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen.
Poul Michelsen, formaður í Framsókn er ikki ósamdur í hesum. Tvørturímóti heldur hann, at tað hevði ligið væl fyri við eini samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Framsókn millum annað tí semja er millum flokkarnar á júst hesum økinum.
Fyri Javnaðarflokkin er tað umráðandi at ríkidømið, sum kemur frá fiskivinnuni kemur út í samfelagið.
- Samstundis, sum at vit hava atgongd til overstórt ríkidømi, veksur munurin millum rík og fátøk. Vit vilja gjarna hava, at ríkidømið kemur út í samfelagið. Ikki bara, tí tað er gott fyri javnvágin í samfelagnum, men tí tað er gott fyri búskapin, sigur Aksel V Johannesen.
Eitt tilfeingisgjald á fiskivinnuna skal millum annað brúkast til skattalætta til lág- og miðallønt, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.
Tað er serliga stakir uppihaldarar og pensionistar, sum bert hava fólkapensiónina at dúva uppá, sum skulu hava betri umstøður.
- Vit vita at stakir uppihaldarar liva undir fátækramarkinum, og tað eiga vit at gera nakað við. Eitt nú hækka barnaískoyti og hækka viðbótina til pensionistar, sum liva av pensiónini.