Poul Nyrup tigandi um føroysku undirgrundina

Í Fólkatinginum í dag fekk Poul Nyrup Rasmussen fleiri spurningar um føroysku undirgrundina, men hann vildi ikki svara. Men í morgin fer hann at svara spuningunum væl og virðiliga

 

 

Undirgrundin


Í danska Fólkatinginum í dag royndu nakrir danskir politikarar at fáa at vita frá Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, hvørja støðu danska stjørnin hevur til føroysku undirgrundina.

Eftir at ivi seinastu tíðina hevur tikið seg upp um ognarrættin til, og yvirvaldsrættin yvir føroysku undirgrundini ? og ikki minst rættindini til ágóðan av møguligum oljuinntøkum, brúktu nakrir danskir politikarar spurnartíman í Fólkatinginum eftir døgverða í dag, til at spyrja Poul Nyrup Rasmussen um føroysku undirgrundina.

Eitt nú vildi Peter Skaarup úr danska fólkaflokkinum hava at vita frá forsætsmálaráðharranum, um tað ikki fyrst og fremst er danski staturin sum eigur eitt møguligt oljuríkidømi í føroysku undirgrundini.

Poul Nyrup Rasmussen svaraði stutt, at eftir avtaluni um ráevni í føroysku undirgrundini, hevði føroyska heimastýrið fingið lóggevandi og umsitingarligan myndugleika yvir undirgrundini.

Peter Skaarup helt, at eftir teimum nýggju upplýsingunum, sum vóru komin fram, er avtalan órímilg fyri Danmark. Hann vildi hava at vita um Poul Nyrup Rasmussen er samdur í hesum.

Og hann vildi eisini hava at vita um forsætisráðharrin fór at taka stig til at samráðast við føroyingar um eina nýggja avtalu, um so er, at lógfrøðingar koma til ta niðurstøðu, at hon er í stríð við "dansk højhedsrets udelelighed" .

Samstundis vildi Kjeld Albrechtsen úr eindarlistanum, hava at vita, um tað ikki var rætt at fáa greiði á, um danska stjórnin breyt lógina, tá ið avtalan varð gjørd.

Kristian Thulesen Dahl úr danska fólkaflokkinum vildi hava greiði á, hvat fór at henda, um lógførðingarnir komu til ta niðurstøðu, at avtalan er fult lógligt.

?Kann forsætisráðharrin so vátta, at tað sjálvsagt altíð stendur til meirilutan í Fólkatinginum at gera av, antin avtalan eisini er galdandi frameftir, ella um hon skal gerast av nýggjum


Svarar í morgin

Men ongin av politikarum fekk nakað svar frá forsætisráðharranum.

Popul Nyrup segði, at hann fór at greiða spunringarnar um undirgrundina væl og virðiliga á fundinum í Føroyanevndini í dag.

Hann helt, at spurningarnir høvdu uppiborið eitt væl grundað svar, og tí vildi hann bíða til í morgin við at svara.

Politikararnir, sum høvdu fregnast um undirgrundina vístu á, at forsætisráðharrin saktans kundi svara spurningunum í stuttum, uttan tað stóra, løgfrøðiliga hóvastákið.

Men tað er mangt, sum týðir uppá, at spurningurin er ikki so einfaldur at svara. Í øllum førum vildi Poul Nyrup ikki taka orðið aftur ? og tískil mugu øll brynja seg við toli til í dag.


MYNDATEKSTUR:

PETER SKAARUP


Peter Skaarup royndi í dag at fáa okkurt at vita frá Poul Nyrup um føroysku undirgrundina. Tað var til fánýtis, men í dag ætlar forsætisráðharrin at svara øllum spurningum