Í gjár tók Poul Nyrup Rasmussen øll á bóli, tá hann boðaði frá, at hann fer at leggja frá sær sum formður í danska Javnaðarflokkinum.
Tað er sum ein avleiðing av tapinum á seinasta fólkatingsvali og eftir støðugt trýst seiansta árið, at hann nú fer frá sum formaður.
Hetta váttar Jan Petersen, sum er næstformð Javnaðarfloksins á Fólkatingi.
? Hetta er ein kensluborin og harður dagur, tí tað er ikki á hvørjum degi, vit skifta formann, sigur Jan Petersen í stuttari viðmerking í Danmarks Radio.
Danski Javnaðarflokkurin hevði starvsnevndarfund í gjár, har gjørt varð av at kalla inn til eykalandsfund, sum skal velja nýggjan formann.
Avgerðin hjá Nyrup kemur, eftir at hann seinastu tíðini hevur fingið nógvar ákoyringar fyri sín máta at leiða flokkin uppá. Hetta hendir eisini í kjalarvørrinum av fíggjarlógarviðgerðini.
Fleiri tingmenn hjá Javnaðarflokkinum hava dulnevndir í miðlunum gjørt var við, at eftir teirra tykki hevur flokkurin í veruleikanum ongan formann havt.
12 av 16 tingmonnum skulu hava gjørt var við, at flokkurin er í eini leiðslukreppu.
Tá Poul Nyrup Rasmussen í fjør misti stjórnarleiðsluna eftir níggju árum, merkti tað, at Javnaðarflokkurin fyri fyrstu ferð siðani 1924 ikki var størsti flokkur í Danmark.
Órógv tók seg upp í flokkinum síðsta summar, og fram til landsfundin í september fekk Nyrup nógvar árbeiðslur innanfloks.
Poul Nyrup Rsmussen mátti broyta sína ætlan at seta fleiri av sínum fólkum í leiðandi størv í flokkinum. Eftir landsfundin hevur hugburðurin í flokkinum verið, at tað bert var ein spurnngur um tíð, nær Nyrup mátti velja at leggja frá sær sum formaður.
Tá blaðið fór til prentingar hevði Poul Nyrup Rasmussen enn ongar viðmerkingar gjørt til støðuna.
FAKTABOKS:
Fakta um Poul Nyrup Rasmussen
Føddur 15. juni í 1943 í Esbjerg, sonur Oluf Nyrup Rasmussen, arbeiðsmann, og Veru Nyrup Rasmussen, vaskikonu.
Studentur frá Esbjerg Statsskole 1962. Cand.polit., Lærda háskúlan í Keypmannahavn, 1971
Settur í starv sum búskaparfrøðingur í LO 1971-86, »cheføkonom« 1986-88
Næstformaður fyri danska Javnaðarflokkin 1987-92
Fólkatingsmaður fyri Ringkøbing Amtskreds frá 10. mai 1988
Forsætisráðharri frá 25. januar 1993 til 27. november 2001.
Gifutr 14. mai 1994 við Lone Dybkjær, sum er sivilverkfrøðingur










