Poul Nolsøe Mikkelsen 80 ár

Sunnudagin 23. september verður Poul Nolsøe Mikkelsen í Klaksvík ella Nøddi, sum hann verður nevndur, 80 ár.

Hann hevur mest sum alla sína tíð verið fiskimaður og útróðrarmaður, og í unglingaárunum lá tað væl fyri hjá honum í fótbólti. Hesi evnini eru borin víðari í soninum Jákupi, sum í nógv ár hevur verið málverji á landsliðnum og eisini hevur roynt seg sum málverji í Danmark, Noregi og Skotlandi.

Nøddi vaks upp á Vágheygnum. Foreldrini vóru Trina, sum var ættað úr Glasstovuni í Árnafirði, og Jákup, sum var ættaður úr Heimistovu á Uppsølum. Nøddi giftist í 1954 við Ingibjørg fødd Joensen og ættað úr Heimistovu í Svínoy. Tey búgva í barnaheiminum hjá honum á Vágsheygnum. Børnini hjá teimum eru Anna Katrina, Jórun, Jónfríð og Jákup. Anna Katrina býr í Gøtu, Jórun býr á Argjum, Jónfríð býr niðri, og Jákup býr í Klaksvík. Nøddi eigur fimtan abbabørn, og tað er farið at leggjast afturat í næsta ættarliðnum.

Pápin sat við festinum í Heimistovu á Uppsølum. Hann doyði tíðliga, og Nøddi hjálpti í fleiri ár mammuni við garðinum. Hann hevur altíð havt hug til seyð og seyðahald.

Nøddi hevur verið óførur fiskimaður og útróðrarmaður. Systkinabarn hansara, Urbanus Olsen, var skipari á Jógvani S, sum var fyrsta stállínuskipið, ið kom til Klaksvíkar. Hetta var í 1959, og Nøddi var fyrstu tíðina við Jógvani S. Hann sigldi eisini við Klakki, sum beiggi hansara, Símun Mikkelsen, førdi.

Nøddi róði út við eitt nú Poul Jacobi Olsen á Dalinum. Hetta var tá ið hann í fimmti árunum førdi Ørv, og seinni var Nøddi eisini við Ósá, sum Poul Jacob førdi. Nógvu tey seinastu árini hevur Nøddi verið egnari hjá Háenni, sum Poul Jákup Joensen eigur, og sum Poul Johan Joensen førir.

Hugurin til sjógvin hevur verið ógvuliga góður, og Nøddi hevur havt góðar gávur at arbeiða á sjónum. Hann var tikin úr leikum sum egnari, og tá ið hann hevur havt frí frá skipum og bátum, sum hann hevur verið við, eru mangar løtur nýttar í neystinum í Borðoyavík og umborð á maskinbátinum Oknini, sum hann og bróður hanara Sofus áttu.

Nøddi er ógvuliga áhugaður í ítrótti og serliga í fótbólti. Tað lá væl fyri hjá teimum í Heimistovu. Sofus segðist, eftir at hann var komin aftur úr Danmark, har hann hevði lært, at lyfta fótbóltin í Klaksvík upp á hægri støði, og Emil er tann einasti, sum er eftir at teimum á KÍ liðnum, sum í 1942 vann fyrsta FM heitið í fótbólti. Nøddi spældi sjálvur fótbólt, og hann var eisini við til at vinna føroyameistaraheitið til Klaksvíkar.

Nú dámar honum væl at fylgja við, tá ið KÍ venur og spælir dystir – um tað eru teir smáu ella teir vaksnu – og lagið verður mundandi betri, tá ið tað gongst, sum tað hevur gjørt seinastu mánaðirnar. Hann fylgir eisini væl við í fótbólti kring alt Europa.

Føðingardagurin verður hildin í hølunum hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag i Bøgøtu sunnudagin, har øll eru hjartaliga væl komin. 


J