Poul Mohr yvirreagerar

Poul Mohr ger ov nógv av, tá hann leggur meg undir at hava mistonkiliggjørt skipasmiðjurnar og starvsfólkini í Skipaeftirlitinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. - Eg havi fult álit á bæði skipasmiðjunum og Skipaeftirlitinum.

 

Magnus Dam


- Ætlanin hjá mær hevur ongantíð verið at sáa iva um starvsfólkini á skipasmiðjunum ella í Skipaeftirlitinum. Teimum havi eg fult álit á, og eg hevði heldur ikki verið bangin fyri at latið Skipaeftirlitið ligið í Havnini.

Jørgen Niclasen heldur, at Poul Mohr leggur ov nógv í úttalilsini við Fregnir í síðstu viku, og hansara ætlan hevur ongantíð verið at sáa iva um starvsfólkini, sum Poul Mohr tosar um.

- Tað liggur eingin skuldseting í hesum. Eg havi bara víst á, at vit hava skipasmiðjur, skipaeftirlit, klassa og reiðarar. Hesi hava ikki øll altíð somu áhugamál, og tí havi eg bara sum eitt av fleiri argumentum víst á, at tað kann eisini vera gott at leggja stovnin uttanfyri Havnina. Eg havi roynt at lýsa allar vinklar ? og hetta er ein av teimum ? ein millum fleiri. Onnur hava bara fokuserað uppá tað negativa í, at stovnurin verður fluttur vestur.


Teoretiskur møguleiki

-Eg sigi bara, at eftirlitsfólkini kunnu koma undir trýst, um persónliga sambandið er ov tætt við skipasmiðjurnar. Eg sigi ikki, at tey koma undir trýst ella at tey lata seg trýsta ? vísi bara á tann teoretiska møguleikan, sum er til staðar, og sum vit sleppa undan, um vit flyta stovnin útum Havnina.

-Tú yvirregerar, um tú metir hetta ájavnt við at mistonkiliggera starvsfólkini, sigur Jørgen Niclasen, sum slær fast, at hann hevur fult álit á skipasmiðjunum og Skipaeftirlitinum og starvsfólkunum har.

Jørgen Niclasen sigur seg hava fult álit á bæði skipasmiðjunum og Skipaeftirlitinum og starvsfólkunum har, og hann hevði ikki havt svøvnleysar nætur, um stovnurin hevði ligið í Havnini eftir yvirtøkuna 1. januar. Og tað er heldur ikki hesin áðurnevndi teoretiski møguleikin, sum hevur fingið hann at leggja stovnin uttanfyri Havnina.


Politiski viljin

- Tann politiski viljin er, at almennir stovnar eisini skulu leggjast uttanfyri Havnina, og tá við nú høvdu møguleikan at leggja Skipaeftirlitið út um Havnina eftir yvirtøkuna, so gjørdu vit tað. At tað so gjørdist Vágoyggin, var tí, at aðrir stovnar eru fluttir ella settir á stovn í øllum hinum stóru oyggjunum. Landsstýrismaðurin heldur, at ein stovnur sum Skipaeftirlitið kundi ligið alla staðni.

- Tað var eisini niðurstøðan hjá okkum, eftir at vit høvdu kannað, um stovnurin yvirhøvur kundi liggja uttanfyri Havnina. Um hann liggur í Vágum ella í Havn ger ikki tað stóra hjá klaksvíkingum ella eysturoyingum ? lítil munur er á fjarstøðuni, sigur hann og sipar til orðini hjá Poul Mohr um, at meginparturin av virkseminum hjá eftirlitinum er í Havnini, á Skálafjørðinum og í Klaksvík.

Landsstýrismaðurin undirstrikar at enda, at hann ongar ætlanir hevur um at broyta avgerðina, sum hann hevur tikið. Skipaeftirlitið kemur at liggja í Vágum eftir 1. januar.