Poul Michelsen vitjar kinverska fiskivinnumessu

Landsstýrismaðurin við vinnumálum vitjar í Kina og hevur í dag verið á stórari fiskivinnustevnu

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, luttók í dag á China Fisheries & Seafood Expo, sum er størsta fiskivinnumessan í Asia.

 

Á messuni hitti landsstýrismaðurin kinverska fiskivinnuráðharran, Yu Kangzhen. Vitjað varð eisini á føroysku básunum, har landsstýrismaðurin hitti umboð fyri føroyskar fyritøkur og heilsaði uppá kundar teirra.

 

Seinnapartin hevur landsstýrismaðurin verið á fundi við borgarstjóran í Qingdao, Sun Lijie, sum varðar av vinnumálum.

 

 Partarnir kunnaðu hvønn annan um vinnulig viðurskifti og myndugleikarnir í Qingdao boðaðu frá, at teir vóru sera áhugaðir í øktum samstarvi við Føroyar. Qingdao, har tað búgva nígggju milljónir fólk, er ein av heimsins størstu havna- og handilsbýum.  

 

Vitjanin í Qingdao er liður í vinnuferðini til Kina, sum uttanríkis og vinnumálaráðið skipar fyri í samstarvi við Vinnuhúsið.

 

Føroyska ferðaliðið fer aftur til Beijing í morgin, har aftur verður fundur á myndugleikastigi.