Poul Michelsen vónbrotin av okkara brøðratjóðum

Støðan er óvirðilig og má broytast, sigur hann

– Tað hevur tað verið eitt sindur hugstoytt at okkara brøðratjóðir eru so trekar at viðurkenna okkum sum javnbjóðis part í norðurlendskum samstarvi.

Tað segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, nú hann hevur lagt eina frágreiðing um uttanríkismál fyri Løgtingið.

Tað, hann sipar til, er, at hini norðurlondini vilja ikki góðtaka, at vit verða sjálvstøðugir limir í Norðurlandaráðnum, hóast vit í mong ár hava verið virkin norðurlendska samstarvinum.

– Løgtingið hevur leingi meint, at vit eiga at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum, soleiðis at vit kunnu taka lut á jøvnum føti við hini norðurlondini, segði Poul Michelsen.

– Fyri at siga sum er, hevur tað verið eitt sindur hugstoytt at uppliva tvørrandi viljan frá okkara brøðratjóðum til at viðurkenna okkum sum javnbjóðis part í norðurlendskum samstarvi, legði hann afturat.

Hann sigur, at vit hava ferð eftir ferð víst, at vit eru før fyri at taka lut í norðurlendska samstarvinum á jøvnum føti hini norðurlondini.

Landsstýrismaðurin heldur, at í hesum sambandi kann tað gera tað sama, um forðingin fyri okkara limaskapi er danska grundlógin, ella Helsinkisáttmálin, sum sigur, at bara sjálvstøðug lond kunnu verða limir í Norðurlandaráðnum.

– Okkara norðurlendsku brøðratjóðir áttu at ruddað slóð fyri okkara limaskapi heldur enn at hildið fast í einum fullveldishugtaki, sum hevur lítlan týdning fyri flestu av málsøkinum, sum norðurlendska samstarvið snýr seg um, segði Poul Michelsen.

Tí mælir hann Løgtinginum til at halda fast við áhaldandi arbeiðið fyri at vinna okkum fullan limaskap í norðurlendska samstarvinum.

Og krevur tað broytingar í viðurskiftunum við Danmark fyri at koma á mál, er tað bara ein orsøk afturat til at endurskoða samstarvið, soleiðis at formligar forðingar verða ruddaðar burtur.

– Vit hava verið við í norðurlendskum samstarvi í eina hálva øld, og tíðin er búgvin til, at vit nú flyta okkum frá eini støðu sum eygleiðarar og sníkar, sum ikki rinda limagjald, til at taka okkara sjálvsagda pláss millum hini norðurlondini.

– Verandi støða er óvirðilig og hon má rættast, sigur Poul Michelsen.