- Løgmaður hevur loyst málið um sendistovuna í Íslandi á ein virðiligan og nøktandi hátt, sigur Poul Michelsen, sum tí hevur tikið uppskotið aftur, sum løgtingið skudi viðgera í morgin
Løgtingið skuldi í morgin viðgera uppskotið hjá Poul Michelsen um, at sendistova Føroya í Íslandi einans skal flagga við merkinum. Men nú hevur Poul Michelsen tikið málið aftur
- Løgmaður hevur nú loyst málið um sendustovu føroyinga í Reykjavík á ein virðiligan og nøktandi hátt, sigur Poul Michelsen, løgtingsmaður, sum rættiliga hevur verið í andstøðu til løgmann og samgonguna annars í málinum um sendistovu føroyinga í Reykjavík.
Poul Michelsen sigur, at sendistovan liggur væl fyri í miðbýnum í Reykjavík, og fegnast um, at hon einans fer at verða ímyndað við Merkinum og føroyska skjaldramerkinum.
Løgmaður kunngjørdi fyrr í dag, at føroyski sendimaðurin fær diplomatstatus.
Løgtingið skuldi sum sagt viðgera uppskotið hjá Poul Michelsen ? har heitt verður á landsstýrið um at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um, at sendistova Føroya í Íslandi bert ber tjóðareyðkenni føroyinga ? í morgin.
- Men uppskotið er nú tikið aftur, sigur Poul Michelsen.