Uppskotið, at Poul Michelsen fær sæti í grein 25-nevndini, sum viðger Stjórnarskipan Føroya, er samtykt á tingfundinum í morgun. 19 atkvøddi fyri.
Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum boðaði frá í farnu viku, at hann vil ikki hava fyrrverandi floksfelagin Poul Michelsen við í nevndina, sum skal viðgera uppskotið um eina framtíðar stjórnarskipan fyri Føroyar.