Eftir at tað gjørdist greitt, at Framsókn ikki sleppur at stilla upp til fólkatingsvalið, boðar Framsókn nú frá, at Poul Michelsen stillar upp sum einstaklingur.
Poul Michelsen siugr, at Framsókn er politiskur felagsskapur, sum er stovnaður við tí endamáli, at luttaka og ávirka gongdina í Føroyska samfelagnum. Framsókn vil vísa á skeivleikar, sum í dag hótta vælferðina og á tær grundleggjandi broytingar, sum er neyðugar at fremja um vinnast skulu á teimum avbjóðingum sum standa fyri framman.
- Ætlanin var tí hjá Framsókn at stilla upp til fólkatingsvalið og har hava okkara boð uppá, hvussu vit eiga at brúka fólkatingssessin, men eisini fyri at luttaka í valinum, sum ivaleyst er byrjanin til valstríðið til komandi løgtingsval. Men seinastu dagarnar er komið undan kavi, at vallóggávan til fólkating forðar Framsókn í at stilla upp til komandi fólkatingsval, sigur Poul Michelsen.
Ein politiskur flokkur skal hava tikið lut á einum løgtingsvali framman undan fyri at kunna stilla upp til fólkatingsval. Tó er tað møguligt hjá einstaklingum at stilla upp og taka lut á jøvnum føti við flokkar í einum valstríði.
Eftir at leiðsla og álitisfólk í Framsókn hava givið spurninginum drúgva viðgerð, eru tey komin til ta niðurstøðu, at formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, skal stilla upp sum einstaklingur til komandi fólkatingsval.
- Í morgin fara vit undir at savna tær neyðugu 150-200 undirskriftirnar, ið skulu til. Vit hava góðar vónir til, at tað fer at eydnast áðrenn evstamarkið, sigur Poul Michelsen.










