Poul og Heðin løgdu upp í
Heðin Mortensen trýr ikki, at Tjóðveldi og Framsókn høvdu nakað ynski um at skipa samgongu við Javnaðarflokkin.
Fyrst vildi hann skipa samgongu saman við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum. Síðani harmast hann um, at hann ikki fekk høvi at skipa eina samgongu við Tjóðveldi og Framsókn. Við Rás 2 sigur hann tó, at hann heldur ikki, at Tjóðveldi og Framsókn nakrantíð vóru áhugað.
Sjálvur hevur hann lyndi til at leggja ábyrgdina yvir á floksformenninar í Tjóðveldi og Framsókn, Høgna Hoydal og Poul Michelsen.
- Tað hongur ikki saman, at eg skal verða koyrdur frá á Vaglinum av somu fólkum, sum eg skal samstarva við í løgtinginum. Tað smakkar mær øgiliga illa, sigur hann. Hann vísir á, at bæði Poul Michelsen og Høgni Hoydal vóru til staðar í høllini á Hálsi og hann ivast ikki í, at teir hava havt ein fingur við í spælinum, tá nýggja samgongan varð skipað.
Hann sigur nú, at hann heldur, at valúrslitið gjørdi uppgávuna hjá sær sera trupla at skipa samgongu. Hann heldur, at Fólkaflokkurin ongantíð ynskti at skipa samgongu við Javnaðarflokkin.
- Tey vilja slett ikki vera saman við Javnaðarflokkinum, men so kunnu tey bara siga tað beinanvegin, heldur enn at brúka so nógva orku upp á samráðingar. Tey vildu hála og hála og hála, inntil einki bar til, sigur Heðin Mortensen.
Hann hevði ein mistanka longu mikumorgunin um, at Fólkaflokkurin ynskti at hoppa frá.
- Eg hevði ein mistanka um, at tað virkaði eitt sindur ullint, serliga Bogi Andreasen, sum kanska ikki var nóg professionellur. Hann kravdi bara meir og meir, nevniliga fyri, at man skuldi siga nei og tað skuldi blíva heilt ómøguligt, sigur Heðin Mortensen. Hann vísir á, at Bogi Andreasen mikudagin vildi hava SEV alt skeiðið, men at hann hevur sagt tann sessin frá sær í nýggja býráðnum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra eina longri samrøðu við Heðin Mortensen.











