Poul Michelsen verður í næstum útnevndur nýggjur finskur konsul í Føroyum. Hetta váttar finska ambassadan í Keypmannahavn.
Enn er tó eingin almenn fráboðan komin frá hvørki finska konslinum í Keypmannahavn ella ambassaduni.
Finski konsulin í Keypmannahavn hevur lagt ætlanir um at koma til Føroyar í hesum sambandi, og tá verður Poul Michelsen alment útnevndur finskur konsul. Hetta verður væntandi einaferð eftir páskir.