Anfinn Kallsberg, formaður Fólkafloksins váttar, at tingbólkur Fólkafloksins hevur umrøtt eitt umbýtið av nevndarsessum, men hetta varð gjørt, tí Poul Michelsen kravdi at fáa sessin hjá Anfinn Kallsberg í uttanlandsnevndini. ? Eg hoyrdi fyrstu ferð um støðuna hjá Poul Michelsen í flaggmálinum í Sosialinum, sigur Anfinn Kallsberg, sum ongantíð hevur upplivað, at ein fólkafloksmaður legg slíkt mál fyri tingið uttan at tosa við flokkin fyrst
- Poul Michelsen hevur ongan nevndarsess mist.
Tað staðfestir Anfinn Kallsberg, formaður í Fólkaflokkinum eftir at Poul Michelsen á Portalinum í gjár legði Jørgin Niclasen, formann Fólkafloksins á tingi, undir at lúgva í fimm førum.
- Tað er rætt, at vit hava umrøtt spurningin um at broyta býtið av nevndarsessum. Men hetta er ongantíð staðfest og var í veruleikanum gjørt eftir at Poul Michelsen kravdi at fáa mín sess í uttanlandsnevndini, sigur Anfinn Kalsberg, sum staðfestir, at hetta ynskið ? ella krav ? hevur Poul Michelsen ikki fingið uppfylt.
- Men hann hevur so fingið hálvan fót innum, tí hann er vorðin varalimur hjá mær í uttanlandsnevndini, sigur Anfinn Kallsberg.
Men Anfinn Kallsberg skilir ikki, hvussu Poul Michelsen kann fáa tað til eina revsing, at hann hevur mist ein sess, hann ikki hevur fingið, og tí avsannar hann tað, sum Poul Michelsen kallar eina revsing aftur fyri, at hann legði fram málið um sendistovuna í Reykjavík og flaggstríðið.
- Eg má heilt erliga siga, at hetta er púrasta nýtt fyri mær. Poul Michelsen hevur ongantíð vent sær til mín við málinum viðvíkjandi sendistovu í Reykjavík. Eg má eisini staðfesta, at hetta er fyrstu ferð í tey 27 árini, eg havi verið í politikki, at ein tingmaður Fólkafloksins leggur eitt slíkt uppskot fyri tingið uttan at tosa við floksfelagarnar um tað fyrst, sigur Anfinn Kallsberg, sum fyrstu ferð hoyrdi um sjónarmiðini hjá Poul Michelsen, tá hann læs um tað í Sosialinum.
Anfinn Kallsberg leggur dent á, at allir í Fólkaflokkinum eru samdir við Poul Michelsen um flaggspurningin.
- Men hatta er ikki rætti mátin at gera tað uppá ? hatta er nýggj kotuma, sum vit ikki hava sæð í Fólkaflokkinum fyrr, sigur Anfinn Kallsberg. Hann sigur, at aðrir fólkfloksmenn sjálvandi eisini kundu hugsað sær at fara í sjálvdrátti viðhvørt við onkrum smámáli, men tað er ein óskrivað lóg, at soleiðis gera man ikki í Fólkaflokkinum, sigur Anfinn Kallsberg.
Formaður Fólkafloksins sigur, at hann ikki ætlar sær í stríð við Poul Michelsen í fjølmiðlunum um hetta mál. Men hann viðgongur, at hetta er drepandi fyri flokkin, men at málið eigur at verða viðgjørt innanveggja í samgonguni.