- Jørgin Niclasen segði ósatt í minsta lagi fimm ferðir, tá hann fríggjakvøldið viðgjørdi mín persón í útvarpinum, sigur Poul Michelsen, sum í løtuni ikki gongur í takt við sínar floksfelagar á tingi. Býtið av nevndarsessunum hjá Fólkaflokkinum var avtalað frammanundan ? men flokkurin revsaði Poul Michelsen fyri hansara lut í flaggstríðnum Sonevnda ?flaggstríðið? í Reykjavík hevur rættiliga skapt rok innanhýsis í Fólkaflokkinum. Poul Michelsen hevur lagt fram á ting uppskot um at broyta ætlanina við sendistovuni í Reykjavík soleiðis, at bara verður flaggað við Merkinum.
- Vit skulu finna eina virðiliga loysn, sum flytur okkum frameftir og ikki afur um 1930, sigur Poul Michelsen.
Í síðstu viku kom fram, at Fólkaflokkurin hevði revsað Poul Michelsen í sambandi við nevndarvalið í løgtinginum. Eitt nú var ætlanin, at hann skuldi umboða Fólkaflokkin í uttanlandsnevndini, men hetta var broytt soleiðis, at Anfinn Kallsberg heldur fram.
Við útvarpið fríggjakvøldið segði Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins á tingi m. a., at Poul Michelsen ikki hevði mist hendan sessin, men at hann hevði kravt at fáa hann. Eisini segði Jørgin Niclasen, at Óli Breckmann ? fyri frið skyld ? hevði bjóðað Poul Michelsen sín sess í uttanlandsnevndini.
- Hetta er ósatt, sigur Poul Michelsen, sum leggur dent á, at hann misti hendan sess orsakað av flaggmálinum. Hann sigur, at flokkurin fyri eini 8-9 mánaðum síðani avtalaði, at nakrar broytingar skuldu gerast í nevndunum, tí summi tingmenn, eitt nú Óli Breckmann og Anfinn Kallsberg høvdu ov nógv at gera.
Poul Michelsen sigur, at hann í flaggmálinum hevur vent sær til tingmenn, floksleiðslu, løgmann og umsiting hansara fyri at fáa ljóð fyri sínum sjónarmiðum. Men eingin hevur givið honum gætur. Tí gjørdi hann av ? áðrenn tíðarfreistin rann út ? at leggja málið fyri tingið.
- Eg tók málið í egnar hendur, tá diplomati ikki rakk og tíðarfreistin var um at renna út, sigur Poul Michelsen.
- Tað skuldi frøtt meg, um Fólkaflokkurin, heldur enn at leggjast eftir mær, stuðlaði málinum og tryggjaði okkum føroyingum eina sendistovu ella umboðsstovu í Reykjavík við føroyskum eyðkenni og ongum øðrum, sigur Poul Michelsen, sum heldur tað vera ótrúligt, at Jørgen Niclasen ? sum sigst vera komandi floksformaður ? skal fara so lætt um sannleikan
- At eg havi mist mín sess í uttanlandsnevndini er ein veruleiki, sum Jørgin Niclasen ikki skal lúgva seg burturúr. Nakað annað er so, at hetta er nakað, eg góðtaki, og sum eg ikki geri meira við. Summir skulu hava upp um oyrini í tingarbeiði og tilsvarandi ávirkan. Tað verður av summum mett bæði rætt og rímuligt ? kanska einamest av teimum sjálvum. Men tá aðrir bjóða seg fram, verður hetta mett sum, at ein er grammur og frekur, sigur Poul Michelsen, løgtingsmaður Fólkafloksins.