Poul Michelsen ger eitt skarvslop

Framsókn fær næstan líka nógvar tingsessir sum Fólkaflokkurin.

Framsókn fær næstan líka nógvar tingsessir sum Fólkaflokkurin.

 

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, og sum sæst í blaðnum í dag.

 

Sambært kanningini fær nýggjasti flokkur á tingi, Framsókn, 11 prosent av atkvøðunum. Tað hevði givið flokkinum fýra fólk á tingi. Framgongdin er 4,7 prosent. Flokkurin stillaði upp fyri fyrstu ferð til løgtingsvalið í 2011. Tá fekk flokkurin 6,3 prosent og tvey umboð á ting.

 

Tað var Poul Michelsen sum stovnaði flokkin í 2011. Hann fór úr Fólkaflokkinum, sum hann hevur umboðað á tingi í fleiri ár. Hann hevur eisini sitið sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í 12 ár fyri Fólkaflokkin.

 

Sambært kanningini fær Fólkaflokkurin 16,2 prosent og 5 tingsessir.

 

Veljarakanningin sæst í Sosialinum í dag – sum eisini kann keypast VIÐ AT TRÝSTA HER