POLITIKKUR
Tórshavn: Tað hevur ligið á ljóði, at stríð skal vera íkomið í Fólkaflokkinum. Tað gamla søgan um stríð millum ein fullveldis- og ein sambandsvong í flokkinum er farin at spøkja aftur. Ein teirra, ið legði alstóran dent á fullveldi í valstríðnum, var fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Poul Michelsen. Vit slagorðum um at tryggja fullveldistilgongdina fór hann til val. Úrslitið gjørdist, at hann varð varamaður á tingi fyri teir báðar Bjarna Djurholm og Òla Breckmann, og hann slap eisini á ting mikumorgunin, tí Bjarni Djurholm jú er landsstýrismaður. Poul Michelsen er tó ikki fremmandur fyri tingarbeiðinum, tí hann sat á tingi árini 1984 til 1990.
?Eg var kanska ikki so veldiga imponeraður. Tú kemur eisini rættiliga skjótt inn í umhvørvið, sigur Poul Michelsen, sum saman við Jákup Mikkelsen og Jóanis Nielsen tók sæti á tingi mikumorgunin sum varamenn, og teir atkvøddu allir fyri Hergeir Nielsen. Poul Michelsen sigur, at tað var eingin avtala gjørd um, hvønn fólkaflokstingmenninir skuldu velja fyri uttan teirra egna uppskot, Óla Breckmann. Eisini sigur Poul seg hava merkt, at tingmenn tóktust at vera troyttir, eftir nógvar og strævnar dagar við tingingum.
Sjálvur atkvøddi Poul fyri Hergeir Nielsen á tingfundinum.
?Hetta gjørdi eg, tí eg vildi vísa hvønn veg, ið eg gjarna vil fara, sigur Poul Michelsen.
Hann avvísir, at tað skal vera íkomið stríð í Fólkaflokkinum millum teir báðar vongirnar.
?Munur er mátin, ið tú ynskir at røkka fullveldinum. Tað er einki stríð í Fólkaflokkinum. Vit standa saman um stevnuskránna. Ymsu meiningarnar eru bara meira sjónligar alment í Fólkaflokkinum enn aðrastaðni, sigur Poul Michelsen.
Hann leggur afturat, at felagsstevið hevur ongantíð verið nakað, ið hevur eyðkent flokkin.
Poul Michelsen sigur, at støðan á politiska pallinum er rættiliga trupul í løtuni, og tað krevur eitt sindur fyri at fáa kabalina at ganga upp.
Forsvarligt
Fullveldi, ið Poul Michelsen serliga tosaði um í valstríðnum, var eisini orsøkin til, at Poul Michelsen valdi at fara aftur inn í politikk. Hann heldur eisini, at fullveldistilgongdin stóð seg væl á valinum, meðan Sambandsflokkurin ikki stóð so væl, sum tað oftani verður útlagt, at hann gjørdi.
?Eg leggi stóran dent á fullveldi. Tað skal ganga forsvarligt fyri seg, men tað skal vera ein ógvuliga tilvitað gongd móti fullveldinum. Tað nyttar einki, at vit einans tosa um fullveldi á flagdegnum og við hátíðarhald og annað, sigur Poul Michelsen, sum sigur seg krevja handling,
So leingi Bjarni Djurholm verður sitandi í landsstýrissessinum, eigur Poul Michelsen sæti á tingi.










