Poul Michelsen farin úr nevndunum

Broytingarnar í partafelagsskránni endurspegla, at Poul Michelsen er vorðin landsstýrismaður.

Fleiri broytingar eru gjørdar í partafelagsskránni seinastu vikuna, og endurspegla tær serliga hvat hendir, tá persónar gerast landsstýrisfólk.

 

Fyrrverandi landsstýrismaðurin Johan Dahl er vorðin nevndarformaður í P/F Conseco, nú hann ikki longur er landsstýrismaður.

 

Eftirmaður hansara í vinnumálaráðnum, sum nú er Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Poul Michelsen, verður eisini ofta nevndur.

Hann er nevniliga farin frá sum nevndarformaður í Sp/F Festi, P/F Kjøtbúðin, P/F PM-Holding og P/F PM-Plus, umframt at hann er farin frá sum stjóri í Sp/F Atlas Flutningur og P/F Poul Michelsen, har hann eisini er farin úr nevndini. Í hansara stað eru komin Elin Sundberg Michelsen og Johan Petur Sundberg Michelsen.

 

Annars er Katrina Christiansen endurstovnað sum smápartafelag, við Tummas Osmundarson Justinussen sum stjóra. Endamál felagsins er at eiga og reka fasta ogn, handil og annað virksemi í hesum sambandi.

 

Allar broytingarnar eru at síggja her