Poul Michelsen eggjar fólki til at bróta lógina

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður og sýslumaður, er rættiliga hvassorðaður ímóti Poul Michelsen, landsstýrismanni

– Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, eggjar fólki til at bróta lógina.

 

Tað er niðurstøðan hjá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni fyri Fólkaflokkin, nú Løgtingið hevur aðalorðaskifti um ferðavinnuna í Føroyum.

 

Og hann heldur eisini, at tað er átaluvert, at landsstýrismaðurin sáar iva um, hvør rættur er galdandi á hesum øki.

 

Jacob Vestergaard, sum eisini er sýslumaður, vísir á, at hann arbeiðir dagliga við girðingarlógini og hagalógini, og har er tað staðfest, at fólk hava altso ikki rætt til at ganga í haganum.

 

– Fólk hava einki at gera í haganum. Tey kunnu ganga eftir bygdagøtunum, men tað er jarðareigarin einsamallur, sum ger av, hvør sleppur í hagan, sigur Jacob Vestergaard.

  

– Men nú eggjar landsstýrismaðurin bara fólki til at fara í hagan, og tað er álvarsamt, heldur løgtingsmaðurin.

 

Hann vísir á, at tað eru nøkur viðurskifti, sum eru grundleggjandi í samfelagnum, og í hesum sambandi er tað staðfest, at ognarrætturin er rættiliga grundleggjandi.

 

– Tí er tað álvarsamt, at Visit Faroe Islands, og landsstýrismaðurin, sáa iva um hesi viðurskfti, og tað ber ikki til at pilka við okkara grundleggjandi rættindi. Men tað er akkurát tað, sum nú hendir.

 

– Eg havi hug at spyrja, hvat tey billa sær inn, sigur Jacob Vestergaard.

 

Hann sigur, at tað er bara hann einsamallur, sum ger av, hvør sleppur í hansara haga, og hann frábiður sær, at onnur taka han av ræði í hesum sambandi.

 

Hann leggur tó afturat, at hann kundi ikki droymt um at nokta nøkrum at sloppið ein túr í hagan. Men vil hann ikki hava nakran í sín haga, skal ongin taka hann av ræði, og hann heldur ikki, at tað er rætt, at Visit Faroe Islands, ella ferðasmiðir, skulu forvinna pening av at senda ferðafólk inn á ognina hjá øðrum. Og seta vit lóg og rætt til viks á hesum øki, hvat v  verður so tað næsta, spyr hann.

 

Men hann sigur, at sum sýslumaður hevur hann fingið fleiri fráboðanir um ólógliga hagagongu, har ferðafólk hava dreiva seg upp eina seyðagongu mitt undir rakstri og órógva seyðin í lembingini.

 

– Verður tað, landsstýrismaðurin leggur upp til, sett í verk, verður tað lógloysi í hagunum, leggur hann afturat.

 

Speiskliga legði hann afturat, at fyri nøkrum árum síðani setti PM ein pylsuogn upp, ovast á Skælingsfalli, men tað er kanska hetta, landsstýrismaðurin vil, at hann skal ótarnaður sleppa at brúka hagan, sum hann vil.

 

Hann stafestir eisini, at tað eru hvalbingar, sum eiga Lítlu Dímun, tí teir hava keypt hann og teir eiga hann. Men skal Poul Michelsen taka sær rætt til at seta ein pylsuvogn upp í Oynni og bjóða fólki út hagar, uttan at spyrja halbingar eftir, helt hann turrisliga fram.

 

Hann staðfestir, at allar Føroyar eru matrikulleraðar, og tað stendur navn á hvørjum einasta matrikkulnummari, so ongin ivi er um, hvør eigur hvat, og tað skulu vit ikki gera okkum inn á.

 

Jacob Vestergaard sigur, at tað er ongin, sum hevur rætt til at ganga í haganum hjá øðrum, men lat tey, sum eiga hagarnar, skipa síðni viðurskifti sjálvi.

 

– Eg vil ikki hava nakran at fortelja mær, hvussu eg skal skipa meg í mínum haga, sigur løgtingsmaðurin.