Poul Michelsen eftirlýsir 400 milliónir

Løgtingsmaðurin hjá Framsókn vil nú hava løgmann at svara, um P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin skulu gjalda aftur pengarnar, ið almennu tunnilsfeløgini hava fingið úr landskassanum.

 

- Tað hoyrist nú frá ávísum politikarum, at tað ikki er ætlanin, at tunnilsfeløgini skulu afturgjalda  allan útveganarkostnaðin, men bert tann partin, sum lánini umboða, og at onki tunnilsgjald tá verður tikið fyri farleiðirnar Vágar og Norðoyggjar, sigur Poul Michelsen í viðmerkingunum til fyrispurningin.

 

Tingmaðurin vísir á lógina fyri báðar tunnlarnar, har tað stendur, at við útveganarkostnaðin skilst tær samlaðu byggiútreiðslunar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð.

 

Tingmaðurin hjá Framsókn vísir á, at í hesum liggja eisini tær 395,3 milliónir krónurnar, sum landskassin setti í partapening í bæði tunnilsfeløgini.

 

- Tað er hóskandi at fáa hetta upplýst soleiðis, at vit sum bara undrast og hyggja at, fáa ein møguleika at arbeiða við tunnilsætlanunum, seta røttu spurningarnar og vísa á gongdar leiðir, sigur Poul Michelsen.

 

Tingmaðurin er bersøgin í skrivligum fyrispurningi til løgmann. Poul Michelsen spyr beinleiðis, um løgtingslógirnar um fast samband um Vestmannasund og um Leirvíksfjørð eru avtiknar. Víðari spyr tingmaðurin, hvat ætlanin er at brúka tær 395 milliónirnar til, um lógirnar framhaldandi skulu virka.