Í kvøld hevur eitt einmælt bygdarráð í Sands kommunu valt Poul D. Klementsen, Poul á Klettum, róptur, til fyribils borgarstjóra.
Poul D. Klementsen hevur sitið í kommunustýrinum í Sands kommunu síðan 2004. Borgarstjórastarvið í kommununi er fulltíðarstarv.
Eyðvarður Petersen hevur verið virkandi borgarstjóri, síðan Brandur Sandoy boðaði frá, at hann vegna løgtingsarbeiði ikki er tøkur sum borgarstjóri.











