Poul Kjelnæs: Hansara 10-oyra køkur vóru tiltiknar

Í dag er vist bert eitt ella tvey bakarí í Havn. Men fara vit aftur í hina øldina hava verið hópur av bakarum í býnum

Verður hugt í bókina hjá Birgar Johannesen, Havnin - fólk og yrki, finnast hesir bakarar í undanfarnu øld:
Andreas í Horni, Ragnhild Sondum, Carl Vilhelm Fossaa, Johan Martin Restorff, Frants Restorff, Palle Bager, Andreas í Køkubúðini, Dora Johansen, Niclas Niclasen, hjá Alla, John Erling Poulsen, Gunnleivur Mouritsen, Conrad Skaale og Poul Kjelnæs.
Poul var sonur Henrikku Sofíu Poulsdóttir (1826-1896) og Thomas Juel Kjelnæs (1826-1904), skósmið i Havn.
Poul var yngstur av sjey systkjum. Hini vóru:
Anna (1854-1939) gift við Jacob Jacobsen (1853-1932), sum var lærari á Tvøroyri, fyrr umrøddur í hesi røð.
Ludvig Poul (1856-1896) giftist til Klaksvíkar við Malenu Johannesen f.1872.
Jacob (1859-1942), arbeiddi stóran part av lívinum hjá T.F.Thomsen á Tvøroyri. Er fyrr umrøddur í hesi røð.
Susanna Margretha (1861-1945)
Deyðføddur drongur (1864)
Anna Sofía Margretha (1866-1926)
Øll hesi systkin eru væl kend av okkara lesarum frá røðini um Egil Djurhuus, abbason Johan Christian Djurhuus, kendur sum Faktorin í Klaksvík. Tey vóru nevniliga øll so ófør at vitja teirra deyðsjúka skyld­mann. Omma hansara Anna Elisabeth var fastur teirra. Tað tykist at hava verið gott samanhald í hesi ætt.
Poul gjørdist bakari. Hann giftist við Súsannu Mortensen av Tvøroyri, og hetta man vera orsøkin til, at hann byrjaði sítt bakara­virksemi á Tvøroyri, har hann antin hevur bakað hjá Mortensen ella Thomsen. Í 1900 flutti hann til Havnar, og lat upp bakarí á hornin­um Bringsnagøta/Húsa­garður, og her helt hann á til 1939.
Bakaríið hjá Poul var væl umtókt, og enn verður tikið til hansara 5 ella 10-oyra køkur. Her var eisini stílur í. Genturnar í handli­num vóru í hvítum fyri­klæði og kappa. Sunnu­dagar høvdu tær brosju um hálsin.
Tær útstillaðu køkurnar vóru ein fragd fyri børnini bert at hyggja at. At keypa tær kom nærum ikki uppá tal.

Gjørdi sína borgaraskyldu
Tá ið Poul doyði skrivaði Georg L. Samuelsen í Dimmalætting:

I en alder af 77 Aar er Bagermester Poul Kjelnæs, Thorshavn i Thorsdags afgaaet ved Døden.
Han var en dygtig og samvittighedsfuld Fag­mand. Kjelnæs Bagværk var kendt og yndet i vide Kredse i den lange Række af Aar, han drev Bageri.
Som Menneske gik Afdøde stille og fordrings­løs iblandt os. Hans ven­lige Væsen lyste stilfærdigt op, naar man mødte ham, og han mestrede med ufor­lignelighed Opmuntring­ens Kunst, naar det kræv­edes blandt Vennekredsen.
Sin Borgerpligt tog han altid yderst alvorligt. Et karakteristisk Eksempel kan nævnes. Da Thorshavn under Krigen skulde danne et frivilligt Beskyttelses­værn var Poul Kjelnæs blandt de første, der meldte sig, skønt han dengang forlængst havde passeret de 70.

Foreldrini vóru merkisfólk
Susanna, vanliga kallað Sanna, var av Mortensen­ættini á Tvøroyri. Abbi hennara var Johan Morten­sen f. 1816 úr Øravík, sum var upprunaligi stovnarin av Mortensenfyritøkunum á Tvøroyri. Susanna man hava verið uppkallað eftir ommuni, Susannu, sum var av Húsum í Havn.
Tá ið fyritøkan gjørdist partafelag gjørdist sonurin Petur Mortensen formaður í nevndini.
Hann giftist við Onnu Mariu, sum hevði orð fyri at vera eitt sera gott fólk. Tey fingu átta børn. Synir­nir vóru tvíburarnir Niels Pauli og Johan, Emil og Gunnar, sum gekk burtur við donskum skipi undir 1. heimsbardaga.
Døturnar vóru Anna, sum giftist við T.F. Thom­sen, keypmann og reiðara, Laura, sum giftist niðri, Karin, sum giftist við Jens Evensen og Sanna, sum giftist við Poul Kjelnæs.
Pápi teirra Petur var føddur 15. oktober 1852, og tá ið hann doyði í 1924 skrivaði Færingetidende um hann:

Den færøske Handels­stands betydeligeste og mægtigste Mand er gaaet bort til sine Fædre. Det er ikke en uge siden, at Tveraa var flagsmykket og jublende ved Festen for det nye Havneanlæg, og kun seks dage efter vajer Dannebrog paa halv over alle vore Øer for den Mand, til hvem Færøernes opkomst det sidste halve Sekel har været uadskille­ligt knyttet, Sønnen til Tveraas Grundlægger, selv den rastløse Førstemand indtil de sidste Tider, Leder af Færøernes største For­retning i langt over en Menneskealder, hvorved Peter Mortensen til alle Tider har indskrevet sit Navn i den færøske Handels Historie. I over 45 Aar sad den Afdøde som Medlem af Kommunalfor­standerskabet, først i de forenede Suderø Komm­uner, siden i Frodebø sogn, baade som Formand og menigt Medlem, men til alle Tider i første Række.
Alle Tider var han den retlinede, retskafne Mand, der uforbeholdent udtalte sin Mening og urokkelig fastholdt en tagen Beslutn­ing. Hans givne Ord var sikkert som det klippefaste Fjæld. Flid og Orden var hans Særkende, aaben og sanddru var hans Færd, alle hans Handlinger var præg­et af rolig Myndighed og stabil Handlekraft.”
Petur Mortensen var við til at stovna Færøernes Ophalingsbedding í Trongisvági í 1894 og Hvalaveiðufelagið Suderø við støð í Lopra. Hann hevði eisini stóran áhuga fyri skúlaskapi og kirkjuni. Tá ið nýggja kirkjan á Tvøroyri varð bygd í 1907 gav J. Mortensens Eft kr. 36.000 til byggingina. Ítróttin á Tvøroyri átti eisini í Mortenmonnunum sín besta stuðul.

Eingir eftirkomarar
Sanna og Poul fingu børnini Richard f. 10.1.1901 og Anna Maria Hjørdis kallað Duddan f. 23.3. 1906.
Richard flutti til Dan­markar, har hann gjørdist verkfrøðingur hjá B&W í Frederikshavn. Undir krígnum varð hann sendur til deildina hjá fyritøkuni í Hollandi og kom aftur í 1954. Hann giftist við Ragnhild, sum var donsk. Hon var sera áhugað fyri føroyskari list, serliga hjá Mykines, William Heinensen og Ingálv av Reyni. Tey vóru barnleys. Tískil er nakað av hesi list endað aftur í Føroyum.
Duddan flutti ung til Danmarkar, har hon í fleiri ár arbeiddi sum frisør, men hon kom aftur til Føroya, tá ið mamman doyði 1937 at vera um pápan. Hon doyði í 1966 knappliga 60 ára gomul. Hon fekst millum annað við at maska sokkar hjá konufólki upp. Hon hevði góðar hendur og dugdi væl at seyma pútur.
Inni hjá Poul og Sannu búðu eisini hansara ógiftu systrar Fía og Sannnegreta, sum hjálptu til handlinum.
Síni fyrstu ár í Havn búðu Hans og Jutta Mort­ensen inni hjá Dudd­uni, og Jutta er eisini ein kelda til hesa grein. Hans og Duddan vóru systkinabørn.


Komandi partur verður um Herluf Lützen, sum giftist við Sannu, abbadóttir H.N. Jacobsen, bókahandlara