Poul J. Vitalis - 25 ára starvsdag á Føroya Tele

Í gjár, 2. juni, hevði Poul Jakki Vitalis í Havn 25 ára starvsdag sum fjarritari hjá Føroya Tele

Poul Jakki er 51 ára gamal, føddur og uppvaksin í Klaksvík, sonur Sannu, f. Djurhuus (1918-1976), ættað úr Porkeri, og Vitalis E. Vitalis úr Klaksvík. Liðugur við fólkaskúlan fór Poul Jakki í sigling hjá Skipafelagnum Føroyar sum lættmatrósur við Falki. Hann var eisini ein túr í Grønlandi við tí seinasta Tjaldrinum (Astreu) við útróðrarmonnum í 1968. Í 1969 fór hann á fjarritaraskúla Klaksvík, har hann tók prógv sum fjarritari í 1971. Frá 1971-76 sigldi hann sum fjarritari við frakt- og oljutangaskipum hjá Mærsk. Frá 1976-77 var hann fjarritari við hekkutrolaranum Nónhamri. Eftir tað var hann vikarur við Argja Skúla skúlaárið 1977-78.
2. juni 1978 varð Poul Jakki settur í starv sum fjarritari á Telegrafstøðini hjá "Det Store Nordiske Telegrafselskab" við Tinghúsvegin í Havn. Seinni yvirtók Telefonverkið støðina, sum nú hoyrir undir Føroya Tele. Uppgávurnar hjá fjarritarunum á støðini eru fyrst og fremst at hava radiovakt á Tórshavn Radio. Umframt vanligar samrøður, hava teir ábyrgdina av lurtivaktunum á neyðbylgjunum og radiosamskiftinum, ið hevur við neyð- il og trygd á sjónum at gera.
Poul Jakki er giftur við Elin, f. Frederiksen, sjúkrarøktara, úr Klaksvík. Tey búgva í Havn og eiga tvey børn, Sannu, sum er fødd í 1979, og Ova, sum er føddur í 1983.