Lagt er upp til tvey minnilig tónleikabrak í Norðurlandahúsinum í morgin, tá Føroya Symfoniorkestur á 19. sinni fer at hava sína árligu nýggjárskonsert.
Konsertirnar verða klokkan 15 og 19, og tað gleðiliga er, at báðar eru útseldar.
Formaðurin hjá Føroya Symfoniorkestri, Poul Jákup Thomsen fegnast um, at fólk taka so væl undir við nýggjárskonsertini, men tað er alt annað enn leikur og gleimur, um ein hyggur eftir tí fíggjarliga pallinum hjá Føroya Symfoniorkestri.
Vegna manglandi politiskan vilja er Føroya Symfoniorkestur ikki ført fyri at seta allar sínar ætlanir út í lívið. Poul Jákup Thomsen staðfestir, at tað hevur stóran týdning fyri limirnar í Føroya Symfoniorkestri at fáa størri avbjóðingar, men til hesar størri avbjóðingarnar krevst eisini peningur.
Limirnir í Føroya Symfoniorkestri eru bodnir til Íslands at framføra í Hørpuni í Reykjavík, men tann ferðin er fyribils avlýst av fíggjarávum. Inntøkurnar hjá Føroya Symfoniorkestri hava staðið í stað í mong ár nú.
Poul Jákup Thomsen vitjaði morgunsendingina hjá Rás í morgun. Tað ber til at hoyra prátið við Poul Jákup Thomsen undir greinini.