Poul Jákup Thomsen í ferðavinnuna

Poul Jákup Thomsen er settur sum leiðari á fólkaflutningsdeildini á Strandferðsluni. Eyðkenni fyri Poul er, líka mikið hvar hann er staddur og hvat hann tekst við, so hendir nakað.

 

Poul Jákup Thomsen er settur sum leiðari á fólkaflutningsdeildini á Strandferðsluni. Eyðkenni fyri Poul er, líka mikið hvar hann er staddur og hvat hann tekst við, so hendir nakað.

Hann er 45 ára gamal og seinastu seks árini hevur hann starvast sum ráðgevi hjá Rúsdrekka og Narkotikaráðnum. Tað verður saknur í Poul innan fyribyrgjandi arbeiði innan rús-drekkamisnýtslu og innan ovurnýtslu av turrelvandi drøgg. Poul hevur vanliga so nógv jørn í eldinum, at okkurt kølnar, men inni í miðjuni í eldinum gløða tey gult og reytt og tey verða smíðað, so neistar standa frá.

Poul hevur ferðast kring landið, hann hevur víst ungum á vandan við rúsdrekka og narkotika. Hann hevur víst á at summi boygna undir hesum evni, og teimum væntar ein ótespilig lívsleið. Nú Poul fer á Strandferðsluna, mugu sterkir herðar til at lyfta hansara leiklut innan rúsdrekkafyribyrging.

Poul Jákup hevur útbúgving sum tekniskur assistentur og hevur harumframt útbúgving innan leiðslu, hagfrøði, ráðgeving o.a. Poul Jákup byrjar í starvinum mánadagin 12. mars 2001.

Hann hevur annars arbeitt hjá ráðgevandi verkfrøðingavirki, undirvíst í leiðslu og fyrireika størri verkætlanir.