Poul Ingason til HB

HB hevur gjørt 3 ára sáttmála við U21 landsliðsspælaran

Fyri løtu síðan varð avtala gjørt millum Havnar Bóltfelag og Poul Ingson ið hevur við sær, at framherjin, sum hevur traðkað sínar barnaskógvar í TB,  nú fer at halda til í norðara enda av Gundadali, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

 

Poul Kjartan Signar Ingason sum er 18 ára gamal, er krafmikil og evnaríkur áleypari. Seinastu tvey árini hevur hann verið frálíkur einmansherður fyri aldursforsetan í føroyskum fótbólti, TB.

 

Ungi áleyparin hevur eisini roynt seg á øllum U-landsliðunum. Á U21 landsliði okkara hevur Poul higartil útmerkað seg við einum máli í tveimum dystum. Tað var í dystinum móti Rumenia, tá Poul Ingason javnaði til 2-2 í evstu løtu.

 

Poul hevur gjørt sáttmála við HB galdandi fyri næstu framtíðina og passar hetta væl í ætlanirnar hjá honum, nú hann flytur til høvðusstaðin at nema sær vinnuútbúgving, skrivar hb.fo.

 

HB fingið sín áleypara

 

HB hevur í longri tíð leitað eftir einum framherja. Arnbjørn Hansen hevur í longri tíð verið heitasta nanvið í høvðusstaðarfelagnum, men hann hevur áhaldandi gjørt nýggjar sáttmálar í sundalagnum.

Nú er so greitt, at HB hevur fingið sín áleypara, men helst er talan um ein mann, sum skal slípast til. Hann er framvegis ungur og endai við at blíva skumpaður út á vongin, tá Páll Guðlaugsson tók við í TB.

 

Ikki heilt óvæntað

 

Tað hava í seinastuni gingið fleiri søgur um, at Poul Ingason var á veg til HB, men at millum annað fíggjarligt viðuskiftið gjørdu, at skiftið ikki bleiv til nakað. TB og B36 kundu heldur ikki blíva samd um ein prís fyri Rógva Joensen, sum í fjør var liðskipari hjá TB. Her bleiv boðað frá á heimasíðuni hjá TB, at Rógvi Joensen gavt í felagnum, men B36 vóru eftir øllum at døma ikki sinnaðir at gjalda prísin fyri Rógva, sum TB hevur rætt til, tí spælarin er uppaldur í felagnum.

Hóast alt prátið um at HB manglar ein áleypara, so setti HB í fjør met við at skjóta mál. Ongantíð hevur eitt FM lið skotið so nógv mál sum HB gjørdi í 2013.

Tað framgongur ikki hvussu langur sáttmálin er, men sum skilst er talan um sáttmála fyri komandi trý árini.