Poul hevur byrjað valstríðið!

Komandi løgtingsval verður spennandi í Suðurstreymoy. Serliga kappingin í Fólkaflokkinum. Fyrrverandi býráðsformaðurin í Havn, Poul Michelsen, boðar nú frá, at hann stillar upp til komandi val. Eitt ?um? er kortini við í fráboðanini. Og tað merkir, at hann stillar upp, ?um? Fólkaflokkurin ikki finnur eitt annað ?fullveldisvalevni?. Í tí liggur so eisini: eitt nóg markant valevni á fullveldisveinginum!

 







Tað ger Fólkaflokkurin neyvan. Verandi tingmenn floksins í Suðurstreymoy, Óli Breckmann og Bjarni Djurholm, eru kanska sjálvstýrissinnaðir, men í orðaskiftinum um fullveldistilgongdina hava teir verið so íhaldssinnaðir, at fólk hava ofta skýrt teir fyri at vera sambandssinnaðar. Og tað ber ikki til, sum Poul Michelsen, so greitt vísir á í samrøðuni við Fregnir ígjár. Hann sigur, at Fólkaflokkurin kann ikki bæði tosa fyri loysing og sambandi. Og tí missir flokkurin trúvirði, heldur fyrrverandi borgarstjórin í Tórshavn.


Hesum hevur hann rætt í, men spurnartekin verður á hesum stað sett við áskoðanina um, at Fólkaflokkurin hevur bundið landsstýrið saman hesi trý árini, og sostatt er sterkasta liðið í fullveldisætlanini. Man Sjálvstýrisflokkurin ikki vera ketuliðið við tí sterka boltinum, sum hinir flokkarnir hava gnadda so nógv, at styrkin íboltinum er ivingarsom?


Líkamikið. Stillar Poul Michelsen upp, kann hann blíva valdur saman við svágrinum, Óla Breckmann. Væl at merkja, um Fólkaflokkurin fær tveir mans. Veljarakanningarnar hava verið alt annað enn góðar, men tær kunnu broytast. Harafturat er Poul ein ?fight´ari?. Hevur stórt bakland. Bæði innan ítrótt, í Klubbanum og innan handilsvinnuna.


Harafturat fer hann óivað at draga atkvøður bæði á beitinum hjá Tjóðveldosflokkinum, frá borgarligum tjóðveldisveljarum ? hann er gamal tjóðveldis- og framburðsmaður ? og harafturat er hugsandi, at ørkymlaðir sjálvstýris- og javnaðarveljarar fara at seta kross við fyrrverandi borgarstjóran í Havn. Mótvegis Anfinni Kalsberg, er hann ein ?fight´ari?, bakkar ikki fyri Nyrup sum Anfinn. Men hvørjar politiskar dygdir, hann annars hevur, vita vit ikki, tí hann markeraði seg ongatíð rættiliga sum landspolitikkara, tá hann sat í Løgtinginum. Og alt tað, sum hann avrikaði í síni býráðstíð var langt frá heppið. Valstríðið er byrjað. I hvussu er í Fólkaflokkinum!


Sosialurin