Poul heldur fram í ÍF

Poul Nolsøe Mikkelsen hevur longt sáttmálan við ÍF

Verjuspælarin skifti frá KÍ til ÍF í ár, fyri at kunna spæla saman við pápanum, Jákup Mikkelsen. Heimsíðan hjá ÍF skrivar, at Poul Nolsøe Mikkelsen nú hevur longt sáttmálan.

 

Heimsíðan hjá ÍF skrivar:

Poul hevur fyri tað mesta spælt í miðverjuni, men hevur eisini havt onkrar dystir á miðvøllinum. Umframt teir 23 dystirnar hann hevur spælt í reyða búnanum, har ein av teimum var við 2. deildar liðnum, hevur hann verið fastur fúsur á U19 landsliðnum í ár, har hann hevur spældi 3 dystir í EM undankappingini.

 

ÍF verður komandi ár uttan Øssur Dalbúð, Høgna Madsen og Jan Ó. Ellingsgaard.