Advokaturin og vinnulívsmaðurin Poul Hansen er nú sterki maðurin í sp/f Knassum, sum eigur og rekur Portal.fo
Poul Hansen bleiv nevndarformaður 9. desember í ár, samstundis sum felagið fekk 1,7 millión krónur í nýggjum kapitali.
Nýggi nevndarformaðurin hevur tó onga viðmerking til, um samanhangur er millum hesi viðurskifti.
– Nei, tað havi eg onga viðmerking til, sigur Poul Hansen.
Hann vil ikki upplýsa nakað um ognarskapin í Knassum og harvið Portalinum. Heldur ikki hóast talan er um ein fjølmiðil, og fjølmiðlar vanliga byggja á trúvirði og opinleika.
Nýggi nevndarformaðurin heldur ikki, at tað hevur nakra ávirkan á trúvirðið hjá Portalinum sum fjølmiðil, at ognarskapurin er loyniligur.
Eftir fíggjarkreppuna í Íslandi fingu fjølmiðlarnir sín part av ábyrgdini, tí teir í stóran mun vóru keyptir upp av vinnulívinum, sum ikki vildi hava tey at skriva kritisk tíðindi um júst vinnulívið.
– Nei, eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika í hesum. Eru tíðindini saklig, so er væl líka mikið, hvør eigur, er stutta svarið frá advokatinum og vinnulívsmanninum.
Umframt at vera nevndarformaður í Sp/f Knassar er Poul Hansen eisini sera virkin í føroyskum vinnulívi. Hann er nevndarformaður í Faroe Origin og P/F Uppsjóvarhavnini á Tvøroyri, umframt at hann situr í nevndini í eini røð av feløgum, eitt nú Effo Finans, Vesturleika, Aluplast og Føroya Realkredittstovni, umframt at hann er stjóri í P/F Bacalao.
Hann var nevndarformaður og partaeigari í Havsbrún í Fuglafirði, til Bakkafrost keypti fyritøkuna.
Um orsøkina til at hann nú er nevndarformaður í sp/f Knassar, sum eigur Portalin, sigur Poul Hansen stutt:
– Tað er væl tí, at onkur trýr, at eg kann geva felagnum okkurt, sigur Poul Hansen og leggur afturat:
– Hetta er eitt púra nýtt øki fyri meg. Ein nýggj og spennandi avbjóðing.
Poul Hansen hevur annars ongar aðrar viðmerkingar um sín nevndarformanssess, ella hvat hann ætlar at gera í starvinum.
Sambært ársroknskapinum so var Knassar longu insolvent áðrenn tað keypti Portalin í summar fyri um 5,5 milliónir krónur. Eginpeningurin er negativur við 708.000 krónum. Hann hevur verið negativur síðani 2008, tí felagið hevur verið rikið við undirskoti øll árini síðani 2006. Samlaða undirskotið hjá felagnum seinastu níggju roknskaparárini er 838.000 krónur.
Sp/F Knassar hevur soleiðis ongan kjans havt at fíggja íløguna í Portalin, og tí hevur verið neyðugt, at onkur hevur veitt teimum trygd fyri allari lánsupphæddini – ella hevur goldið upphæddina fyri felagið. Afturgjaldingin av einum láni upp á 5-6 milliónir krónur krevur stórt gjaldføri – uttan iva nógv størri, enn portal.fo klárar at forrenta saman við útreiðslunum, sum felagið hevur av at reka portal.fo