- Eg visti helst ikki, hvat eg fór inn til.
Tað sigur ein annars fáorðaður Poul Hansen, nú fyrrverandi næstformaður í Stýrinum fyri Búnaðargrunnin.
Royndi advokaturin og vinnulívsmaðurin varð av landsstýrismanninum í landbúnaðarmálum biðin um at gerast stýrislimur, tá nýtt stýri skuldi veljast um ársskiftið 2011-2012. Poul Hansen tók av og gjørdist næstformaður.
- Tað var ein nýggj avbjóðing, og landbúnaður hevur mín áhuga, sigur Poul Hansen um avgerðina.
Men 13. mai í ár sendi hann sína uppsøgn avstað til Fiskimálaráðið, ið varar av landbúnaðinum í Føroyum. Grundgevingin fyri uppsøgnina er, at Poul Hansen sigur seg ikki kunna taka undir við førda lánipolitikkinum og krøvunum um trygdirnar, ið Búnaðargrunnurin setir bøndunum.
Sosialurin hevur fingið innlit í uppsøgnina, sum Poul Hansen tó ikki hevur hug at útdýpa.
- Nei, eg eri fevndur av tagnarskyldu, so eg fái ikki sagt meira um hatta málið, sigur Poul Hansen.
Fiskimálaráðið hevur tikið uppsøgnina til eftirtektar.