Poul Færø vitjar á Svangaskarði

Umframt lokalar sangkreftir fara kvartett úr Klaksvík og Ebenezerkórið at syngja á Toftum í vikuskiftinum

Í vikuskiftinum verður ítróttarhúsið á Svangaskarði karmur um evangeliska fundarrøð á Toftum. Tað er Poul Færø, ið er búsitandi í Klaksvík, sum saman við øðrum er innbjóðari.
Poul Færø er ættaður av Toftum. Og hóast tað nú eru mong ár síðani, at hann flutti úr heimbygdini og til Klaksvíkar at búgva, so kennir Poul framvegis nógv fólk á Toftum, og hann er eisini kendur á Toftum. Ikki minst tí at hann so ofta vitjar, tá ið serstøk høvi eru, um tað so er í sambandi við jarðarferðir, føðingardagar ella brúdleyp.
Fleiri luttakarar eru í evangelisku møtirøðini, sum í vikuskiftinum verður á Svangaskarði. Umframt Poul Færø fer Jákup N. Olsen at tala. Teir báðir høvdu fyri stuttum møtirøð í Hermon í Norðdepli. Harumframt fer Øssur Berghamar at siga nøkur orð fríggjakvøldið. Susan og Øssur Berghamar, sum dagliga starvast í Kristnastovu í Keypmannahavn, hava verið heima í einar tvær vikur. Øssur hevur røtur á Toftum.
Fundirnir á Svangaskarði verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið klokkan 20 og sunnukvøldið klokkan 18. Fríggjakvøldið verður sangluttøka úr Nebo á Toftum. Leygarkvøldið fer kvartett úr Betesda í Klaksvík at syngja, og sunnukvøldið verður sangkórið í Ebenezer á Svangaskarði. Harafturat fer Minibarnakórið í Nebo, sum tað verður nevnt, at syngja einar tveir sangir sunnukvøldið.
Samkoman í Nebo bjóðar øllum, sum koma til møtini hesi trý kvøldini, at steðga á og at fáa sær ein drekkamunn og at nýta høvið at heilsa uppá.